býráðssalurin niðan í auluna í Kommunuskúlanum, har hann var í mong ár, til býráðið yvirtók gamla Meinigheitshúsið, har býráðssalurin er í dag. Men eisini hava býráðsfundir av og til verið hildnir í sjálvum Ráðhúsunum [...] skuldi fáa ynskta róðrarneystið í Álakeri. Og tað kom eisini upp. Tá var býráðssalurin í Arnesminde, á Kirkjuvegi 1, í somu húsunum, sum gamla politistøðin helt til í tá. Har byrjaði Heðin Mortensen sítt [...] Tað var mest sum av tilvild, at Heðin Mortensen kom upp í kommunalpolitikk. - Eg sat í nevndini hjá Havnar Róðrarfelag, og ein dagin kom Petur í Gong til mín og spurdi, um eg ikki hevði hug at stilla upp
býr hjá pápa sínum, Hugo á Húsamørk, í Leirvík. Pápin greiðir frá, at hon júst er byrjað í skúlanum, og at hon tí eisini júst er byrjað í frítíðaransingini Ternan í Leirvík. - Karin er ein so lívsglað genta [...] nakrar rullur av gomlum graslíki liggja. Karin og nøkur onnur børn høvdu gjørt sær nakrar holur inni í einum dunga av graslíkisteppum, og tey skreiðaðu oman á teppinum. Karin datt niður í eina holu, fekk okkurt [...] eina løtu, men støðan gjørdist skjótt so góð, at hon ikki var í lívsvanda longur. Karin varð koyrd í skannarin og fekk okkurt fyri heving og rør í hálsin. Karin vaknaði aftur hálvtannað døgn eftir, at hon
kalla hvønn dyst á tamb. Sumbingar hava eisini havt lið í 1. deild í fleiri ár. Besta úrslitið har var eitt bronsumerki í 1990. Men nú spælir Sumba í 2. deild. Hon sigur, at tað fyrst og fremst er hugurin [...] Sjálvir halda oddamenninir í Sumbiar Ítróttarfelag, at tað er ikki meiri enn hon hevur uppiborið. Teir siga, at hon øll árini hevur verið sjálv ímyndin av kvinnufótbólti í Sumba. Liggur í blóðinum At Majbritt [...] gekk á odda, tá ið sumbingar fóru at spæla kvinnufótbólt í 1984 og hon brúkar enn fleiri kvøld um vikuna til venjing uppi á Krossinum, har graslíki hjá sumbingum liggur, umframt at hon spælir hvørt vikuskifti
kalla hvønn dyst á tamb. Sumbingar hava eisini havt lið í 1. deild í fleiri ár. Besta úrslitið har var eitt bronsumerki í 1990. Men nú spælir Sumba í 2. deild. Hon sigur, at tað fyrst og fremst er hugurin [...] Sjálvir halda oddamenninir í Sumbiar Ítróttarfelag, at tað er ikki meiri enn hon hevur uppiborið. Teir siga, at hon øll árini hevur verið sjálv ímyndin av kvinnufótbólti í Sumba. Liggur í blóðinum At Majbritt [...] gekk á odda, tá ið sumbingar fóru at spæla kvinnufótbólt í 1984 og hon brúkar enn fleiri kvøld um vikuna til venjing uppi á Krossinum, har graslíki hjá sumbingum liggur, umframt at hon spælir hvørt vikuskifti
seinni var NM-kapping í Gundadali fyri væl eldri leikarar, men leikarar í 7-8 ára aldri vóru eisini bodnir við til eina lætta venjing og sýnast fram fyri talentleitarum, sum vóru í Føroyum í sambandi við kappingina [...] blikalogn og sólin er um at seta í Rituvík. Børnini, sum spæla sær uttandura í dýrdarveðrinum, eru einamest savnað á lítla sparkivøllinum, sum liggur væl fyri á stórum spæliøki í bygdini. Ímillum børnini er [...] mál. Venjingarnar endaðu við innanhýsis dysti, greiðir Torleif frá. Serliga í tí eina venjingardystinum, sum var á graslíki í eini fótbóltshøll, gjørdi Marjus vart við seg. Hann skeyt heili fimm mál. Seinni
hon staðfest tarmsjúkuna Morbus Crohn, so í staðin fyri at sita í einum av flokshølunum í Hoydølum og fordjúpa seg í tí vitan, ið búleikast í dalinum, endaði hon í einari sjúkrasong á Landssjúkrahúsinum. [...] Keypmannahavnar, men búði bara har í tríggjar vikur, áðrenn eg fór longur út í heim. Alt í alt hevði eg íbúðina í Keypmannahavn í tríggjar mánaðir, men var bara har í tríggjar vikur, áðrenn eg pakkaði viðførið [...] Studentaskúlanum í Hoydølum, har nøkur stuttlig ár vóru henni í væntu. Men júst sum hon var byrja at læra hennara nýggju floksfelagar at kenna og koma inn í tað stuttliga studentalívið í Dalinum Fagra, fekk
fótbóltsminnini: - Sum 19 ára gamal var eg í Føroyum eina viku við mínum felagi í Århus, Skovbakken. Vit búðu í Miðvági í eina viku, og spældu fýra dystir tilsamans, eisini móti føroyska landsliðnum. Vit [...] varin í øllum tí hann sigur, nú hann skal traðka síni fyrstu fet í stóru stjóraskógvunum í føroyska tjóðarflogfelagnum. - Eg kenni Magna og hava stóra respekt fyri tí arbeiði, sum hann hevur lagt í felagið [...] Holme. Á føroyaleiðini er í princippinum frí kapping. Men í praksis hevur Atlantsflog verið einaráðandi, síðani FaroeJet um jóltíðir í 2006 misti flogið eftir bara sjey mánaðum í luftini. - Eg skal ikki
var stovnað í 1923, og helt tí 100 ára stovningardagin í fjør. Í dag eru ellivu talvfeløg virkin í landskappingini. Í alt 426 telvarar stóðu á styrkilistunum hjá hesum feløgum til kappingina í fjør vetur [...] eintingum eina ferð til Lugano har suðuri í Sveits, sum hetta heystið hýsir olympisku talvleikunum. Rubek hevur í einari talvsending í útvarpinum í 1990 sagt, at telvarar í Føroyum høvdu tá smáar vónir um at [...] umboða okkum. Rubek hitti eisini formannin í danska talvsambandinum, Ole Schøller Larsen. Í fundarfrágreiðing síni frá FIDE-aðalfundinum í Lugano í danska talvblaðnum í januar 1969 nevnir Schøller Larsen eisini
málið serliga væl. Fyrra dystin í kappingini millum hesi bæði liðini vann HB 7-0 í Miðvági. Tá var støðan 2-0, til heilt lítið av tíð var eftir, og dysturin mánadagin minti í so máta nógv um fyrra dystin [...] hjá HB, nakað úti í vinstru síðu. Havnarmenn stillaðu nógvar mans í múrin, men Eyðfinn Fjallsbak sendi við einum hørðum og góðum skoti bóltin upp um múrin, á tvørstongina, niður í vøllin og upp undir [...] til ársins mál í Gundadali longu í fyrsta dysti á árinum! Og fyri at tað ikki skal vera lygn, hevði Eyðfinn Davidsen ein risastóran møguleika fyri at leggja FS Vágar fram um 2-1, tá hann í einum mótálopi
verið í Vágum í senn, sum teir vóru mikudagin. Selriga seinnapartin og út á kvøldið vóru heilt nógvir bilar í oynni. Í samráð við Vágatunnilin hevði Kunnigarstovan í Vágum saman við handlunum í oynni skipað [...] hyggja at, hvat var at fáa í teimum umleið 20 handlunum í Vágum. Og samsvarandi siga handilsfólk í Vágum, at tey høvdu rættiliga fittan umsetning hendan dagin. Úr tveimum ferðum upp í einar fýra ferðir tað [...] sanniliga eisini mjólk og breyð, nú tey kortini vóru her, siga handilsfólk í Vágum frá. Í handlinum hjá Føroya Keypsamtøku í Miðvági var heilt nógv fólk til handils, siga tey. Og tað var mestsum alt fremmandafólk