Fótbóltsúrmælingur
Peter Shilton úr Onglandi var farin um tey 40, tá ið hann vardi málið hjá enska landsliðnum.
Dino Zoff úr Italia var eisini farin um tey 40, tá ið hann vardi málið hjá italienska landsliðnum.
Majbritt úr Hørg úr Sumba er júst fylt 50, men hon hevur ongar ætlanir um at gevast.
Tað var týsdagin at hon fór um tað spíska hornið, men hon er framvegis drívmegin á kvinnuliðnum hjá sumbingum.
Hon gekk á odda, tá ið sumbingar fóru at spæla kvinnufótbólt í 1984 og hon brúkar enn fleiri kvøld um vikuna til venjing uppi á Krossinum, har graslíki hjá sumbingum liggur, umframt at hon spælir hvørt vikuskifti, kampur er.
Og tey, sum kenna hana, siga, at hon er so forstýrað av fótbólti, at hittir hon fremmand fólk, fer hon fyrst at tosa um fótbólt, áðrenn hon spyr, hvussu tey eita.....
Besta kvinnuliðið hjá sumbingum spælir í 2. deild og tað er ongin ivi um, at Majbritt hevur skrivað seg inn í føroysku metbøkurnar við at spæla fótbólt á so høgum støði á so høgum aldri.
Sumbingar lótu heldur ikki dagin fara afturvið borðinum óátalaðan, tí føðingardagin varð skipað fyri stuttligum hátíðarhaldi uppi á Krossinum at heiðra elsta og ídnasta fótbóltsspælara í landinum.
Har varð fyrst skipað fyri skemtidysti ímillum tær, sum nú spæla við 2, deild á kvinnuliðnum hjá sumbingum og tær, sum høvdu spælt fyrr í tíðini. Síðani vórðu onkrar røður hildnar, Majbritt fekk onkrar gávur, og aftaná varð kaffi í felagshúsinum, og til tað høvið, hevði Kringlan í Vági bakað eina risastóra lagkaku, sum var ein fótbóltsvøllur upp á 1, 5 m. ferðir 1,20 m.
Sjálvan dystin vunnu tær eldru annars 5-3. Men tað skuldi brotssparkskapping til, tí tá ið dómarin bríkslaði av, var 0-0. Majbritt spældi ein hálveik við hvørjum liðið. Sjálv fekk hon gyltan møguleika at avgerða dystin til fyrimuns fyri tær yngru, men málverjin hjá teimum eldru vísti, at enn eru knotur í henni og hon bjargaði brotssparkinum hjá Majbritt mitt í seinna hálvleiki.
Men annars gekk sjón fyri søgn av dystinum, at enn er aldurin ongin forðing hjá Majbritt, tí enn rennur hon sum onki fleiri av teimum av, sum hon kundi verið mamma at.
Hátíðarhaldið á Krossinum varð fyrireikað í størstu loynd, so sjálv visti Majbrith ikki av nøkrum, fyrrenn útvarpið boðaði frá á miðdegi týsdagin, at tiltak skuldi verða uppi við fótbóltsvøllin í Sumba seinnapartin týsdagin, alt til hennara heiður.
? Eg fekk sjokk, tá ið eg hoyrdi útvarpið, segði Majbritt. Men hon duldi heldur ikki fyri, at at hon var ógvuliga glað, og ikki sørt rørd og errin eisini, av, at sumbingar skuldu gera slíkt hóvasták burturúr.
Sjálvir halda oddamenninir í Sumbiar Ítróttarfelag, at tað er ikki meiri enn hon hevur uppiborið. Teir siga, at hon øll árini hevur verið sjálv ímyndin av kvinnufótbólti í Sumba.
Liggur í blóðinum
At Majbritt úr Hørg skuldi blíva íðin ítróttarfólk, kann tó neyvan undra nakran. Hon er ættað av Tvøroyir, og tá ið vit nevna eftirnavnið Petersen munnu tey flestu fótbóltsáhugað koma í tankar um TB, tí har eiga nakrir leikarar við eftirnavninum Petersen nógv spor. Serliga minnast fólk Arna og Jack, sum vóru við á TB liðnum, tá ið tað hevði síni glæsiligastu ár. Teir báðir eru brøður Majbritt. Aðrir beiggjar hava eisini spælt fótbólt og eldri skyldmenn hjá henni vóru somuleiðis eisini ídnir fótbóltsspælarar á Tvøroyri, bæði pápi hennara og mammubeiggjarnir. So til tíðir var lívligt fótbóltsprát í barnaheiminum á Hvítanesi á Tvøroyri.
Nú hevur hon eisini trý børn, sum spæla fótbólt, elsta dótturin, Anna Maria, spælir saman við mammuni á 2. deildarliðnum hjá sumbingum.
?Henni havi eg spælt saman við í heili 11 ár nú. Tað gekk so illa at manna lið eitt ári, at hon fekk undantaksloyvi at spæla við, bara 13 ára gomul.
Betri kendur er kanska miðlingabarnið, Mortan úr Hørg, sum í mong ár hevur verið ein stuðulsspælari hjá sumbingum, men sum nú er niðri og roynir seg í einum av føroyingafeløgunum, Hvidovre, har hann er á seriuliðnum.
Yngsti sonurin, Suni, spælir eisini við sumbingum.
Tá ið Majbritt var ung, spældu kvinnur ikki fótbólt, so tað bleiv kappróður, sum bleiv hennara ítróttargrein. So varð hon gift Regini úr Hørg í Sumba og flutti suður um Hestin at búgva. Har tók hon táttin við kappróðri uppaftur, men tá ið sumbingar fóru at spæla fótbólt við kvinnuliði, lá hon eisini framvið har.
Men tá hevði hon longu rokkið ein aldur, har tey allarflestu longu hava sett fótbóltsskógvarnar á hyllina aftur.
? Eg var 33 ár, tá ið eg spældi mín fyrsta fótbóltsdyst. Tað var ein øgiliga spennandi dystur ímóti VB. Vit vunnu 3-1 og sjálv skeyt eg tvey av málunum. Tað er ein dystur, eg aldrin gloymi, sigur Majbritt.
Síðani hevur hon spælt við Sumba øll árini. Í 1989 eydnaðist ikki sumbingum at manna eitt kvinnulið, men tá fór hon til VB at spæla og hon var á liðnum, sum tað árið vann rættin at spæla í 1. deild.
Øll hesi árini hevur hon spælt at kalla hvønn dyst og harafturat at kalla hvønn dyst á tamb.
Sumbingar hava eisini havt lið í 1. deild í fleiri ár. Besta úrslitið har var eitt bronsumerki í 1990.
Men nú spælir Sumba í 2. deild.
Hon sigur, at tað fyrst og fremst er hugurin, sum drívur verkið.
?Tað hevur mangan verið tungt at manna liðið og eg eri oynna runt eftir spælarum. Tað er meiri enn so komið fyri, at eg havi verið líka í Hvalba og roynt at lokka spælarar suður.
? Tað er eisini ein ofta ein kampur at fáa tær at venja nú, og tað er ikki óvanligt, at eg noyðist at ganga hús úr húsi at fáa tær at venja. Tað er srævið, men tað er eisini heilt óluksáliga stuttligt.
Sjálv hevur Majbritt ongar ætlanir um at gevast.
? Eg spæli til eg ikki tími meiri.
Sjálv vónar hon ikki, at hetta er síðsta árið, hon spælir.
? Kanska eydnast tað mær eisini at sleppa at spæla onkran dyst við ommudóttrini, flennur hon. Men ommudótturin er bara fýra vikur gomul, so tað verður ein løta enn.....
Sjálv heldur hon ikki, at liðið hjá sumbingum hevur dugað so óluksáliga væl at spæla fótbólt.
Tað heldur hon heldur ikki, at tær gera nú.
?Men vit hava havt gleðina við at spæla og gleðina við at vera saman. Liðið hevur verið eitt savningarstað hjá okkum og tað hevur havt líka stóran týdning, sum hitt við úrslitunum. Fólkagrundarlagið er ikki tað besta, men eg vóni ikki, at tað dettur niðurfyri, sigur Majbritt úr Hørg.
Virðismett arbeiði
Á hátíðarhaldinum týsdagin, handaði bygdaráðsformaðurin, Jacob Vestergaard, henni eina gávu frá ítróttarfelagnum.
?Við hesum vil felagið vísa, at tað virðismetir og er takksamt fyri tað arbeiðið, sum Majbritt ger.
? Ofta duga vit betri at lasta fólk fyri tey mistøk, tey gera, enn vit duga at rósa teimum og vísa takksemi, tá ið tey gera eitt gott arbeiði.
Jacob Vestergaard segði, at mentan og ítróttur høvdu nógv størri týdning fyri eina bygd, sum Sumba, enn vit vanliga geva okkum far um.
? Og við sínum góða lagi og stóra áræði og ágrýtni, hevur Majbritt verið sera virkin á hesum øki og hevur fingið tað at borið til.
Tá ið Malan Hentze, sum eisini var á liðnum í 1984, skuldi gera upp, hvussu tað kundi bera til, at Majbritt hevði hildið á so leingi, segði hon, at fyri hana hevði orðið pensjónsaldur fingið ein heilt nýggjan týdning.
?Majbritt er eitt fólk, sum heldur, at alt letur seg gera og sum dugur at síggja tað positiva í øllum. Og tá ið hon er blivin kritiserað, hevur tað tíbetur verið sum at sletta vatn á gás, tí hon herjar bara á aftur. Og so er tað ikki at gloyma stríðsviljin.....