Eg taki fegin eitt tørn aftrat

Tá hetta valskeiðið er av, hevur Heðin Mortensen sitið í býráðnum í samfull 36 ár, og er eisini tann, sum hevur sitið longst í býráðnum síðan 1909. Seinasta valskeiðið hevur hann sitið sum borgarstjóri, og hóast drúgvu tíðina í kommunalpolitikki, er hann ikki troyttur av hesum, og tekur fegin eitt tørn aftrat – eisini sum borgarstjóri

Tað var mest sum av tilvild, at Heðin Mortensen kom upp í kommunalpolitikk.

- Eg sat í nevndini hjá Havnar Róðrarfelag, og ein dagin kom Petur í Gong til mín og spurdi, um eg ikki hevði hug at stilla upp til býráðsvalið, sigur Heðin Mortensen.

So tað ber til at siga, at tað var ítrótturin, sum var beinleiðis orsøkin til, at sitandi borgarstjórin kom upp í kommunalpolitikk.

Hetta var ein sokallaður borgaralisti og ikki ein politiskur flokkur, sum Heðin stillaði upp fyri á fyrsta sinni.

- Eg hevði ikki tað nógva skili fyri politikki tá, men tá valkvøldið var av, vísti tað seg, at eg var komin inn – enntá framman fyri fleiri øðrum atkvøðuslúkum.

Hetta var í november 1972, og Heðin tók so við sum kommunalpolitikari 1. januar 1973.

Heðin Mortensen hevði til hetta sítt fyrsta kommunuval sum valagn lovað, at Havnar Róðrarfelag skuldi fáa ynskta róðrarneystið í Álakeri. Og tað kom eisini upp.

Tá var býráðssalurin í Arnesminde, á Kirkjuvegi 1, í somu húsunum, sum gamla politistøðin helt til í tá. Har byrjaði Heðin Mortensen sítt býráðsyrki.

- Eg var ungur maður tá, men sat saman við royndum politikarum sum Kjartan Mohr, Martin Petersen, Sofus Sivertsen, Petur F. Christiansen, Petur Christiansen, Petur í Gong, Børga Persson og øðrum. Har vóru nógvir royndir politikarar, og tað var ikki bara sum at siga tað, at koma ímillum teir. Men teir vóru kortini fittir, og eg lærdi eina rúgvu av teimum, sigur Heðin Mortensen.

 

Stongdir inni

Seinni flutti býráðssalurin niðan í auluna í Kommunuskúlanum, har hann var í mong ár, til býráðið yvirtók gamla Meinigheitshúsið, har býráðssalurin er í dag. Men eisini hava býráðsfundir av og til verið hildnir í sjálvum Ráðhúsunum.

Hetta var í teirri tíðini, tá Havnin vaks ómetaliga skjótt, og fyrsta kommunala útstykkingin, sum Heðin Mortensen var við til, var á Konmansmýru.

- Teirri útstykkingini var eg við í, og tað var ein spennandi verkætlan. Alt rundan um Hoyvíkstjørn var tikið niður, nýggjur vegur varð gjørdur, og í teirri tíðini var tað so moderna við eins húsum; sama lit, sama slag tak og so víðari, sigur Heðin Mortensen.

Gunnar Hoydal var komin til sum býararkitektur og var sjálvandi við í øllum teimum útstykkingum, sum vóru tá, og hann hevur tískil sett síni fingramerki á allar hesar verkætlanirnar.

Stóra menningin av býnum skapti tó eisini sínar trupulleikar. Hoyvík hoyrdi nevniliga ikki undir Havnar Kommunu, men undir Argja Kommunu. Og tí bleiv Havnin á ein hátt gyrd inni.

- Vit sluppu bara niðan til minkagarðarnar, so steðgaði upp við jarðarøkjum, vit sluppu ikki víðari, sigur Heðin Mortensen.

 

Fingu Hoyvík

Býurin vaks so skjótt, at neyðugt var at binda eystur- og vesturbýin saman við einum ringvegi, og hesin fyrsti ringvegurin var, har sum Bøkjarabrekka er í dag.

- Hetta var eitt ódnartak at taka, tí tað var rokasligt í býráðnum tá, og serliga býráðsfundirnir høvdu áhuga hjá fólki. Fundarhølini vóru stúgvandi full, tí vit ognartóku so nógv hús, sigur Heðin Mortensen.

Neyðugt var at slætta mong hús við jørðina, og har, sum býarbussarnir steðga í dag, Steinatún, hevði Karl hjá Vágaheina handil. Talan var nærmast um eina miðstøð, og øll tey húsini vórðu slættað við jørðina.

- Tað var eitt sindur óbehagiligt, serliga tí eg var so nýggjur í kommunalpolitikki tá, sigur Heðin Mortensen.

Tá samband var fingið til Køkubúðina og víðari niðan móti Kagganum í Jóannes Patursonargøtu, og Bøkjarabrekka var gjørd, varð farið undir at gera R.C. Effersøesgøtu.

- Tá hugsaðu vit stórt. Alt var bara hagi, men vit førdu vegin heilt niðan í Hoyvíksvegin, júst fyri at fáa samband við Kaldbak. Samstundis samráddust vit við Argja Kommunu um Hoyvík, og tað endaði við, at teir lótu Hoyvík frá sær. Helst tí, at fjarstøðan var so stór, sigur Heðin Mortensen.

Havnar Kommuna var fegin um at fáa Hoyvík, tí tað merkti jørð, og tað var tá, at útstykkingin byrjaði uppi við Mannbrekku og har umleið.

 

Veg til Kaldbaks

Nú so nógv verður tosað um kommunusamanlegging, so sigur sitandi borgarstjórin, at fyrsta av slagnum fór fram fyrst í 70-unum, tá Kaldbak og Havnin løgdu saman. Men tað loysti jú ongan trupulleika í so máta, tí Hvítanes og Hoyvík lógu nú bara millum býarpartarnar í Havnar kommunu.

- Tá var jú einki vegasamband inn til Kaldbaks, so teir høvdu bara samband sjóvegis av Havnini. Vit fingu so sett eina rutu í sigling av Hvítanesi yvir um til Kaldbaks, meðan vegurin allan vegin av Hvítanesi inn í Kaldbaksbotn og út aftur til Kaldbaks varð gjørdur. Hetta var eitt ódnartak, sum Havnar kommuna tók á seg. Men hetta var samstundis einasta treyt, sum Kaldbak setti fyri at leggja saman, nevniliga at fáa vegasamband, sigur Heðin Mortensen.

Men tað hendi eisini nógv á øðrum økjum. Ljós kom á niðara vøll í Gundadali, ovari vøllur kom, sum seinni eisini fekk graslíki, tveir nýggir ringvegir eru komnir longur og longur úti, og hin nýggjast ætlaði gongur heilt har uppi, sum Stóratjørn skal verða, fyri at nevna okkurt úr stóru rúgvuni, sum er hent seinastu 36 áruni í Havn.

 

Politikkur kom uppí

Øll tey fyrstu árini, Heðin Mortensen sat í býráðnum, sat hann fyri borgaraflokkin, sum ikki var politiskur. Hetta var samstundis nógv tann størsti flokkurin í býráðnum.

- Tað var ein spennandi tíð. Har vóru fleiri, , sum sótu saman við mær, m.a. Ingi Mohr, Dánjal Larsen, Børge Persson og sjálvandi Petur í Gong, sigur Heðin Mortensen.

Seinni gjørdist býráðsarbeiðið meiri politiskt, og harvið eisini meiri skipað.

- Tað var tá, eg fór upp í Sambandsflokkin, og eg meldaði meg inn í góðari tíð undan valinum í 1988, fyri at ongin ivi skuldi verða um, hvat eg ætlaði. Eg varð so stillaður upp har og kom inn í einum politiskum flokki, sigur Heðin Mortensen.

Men Heðin Mortensen hevði eisini valt at stilla upp til fólkatings og løgtingsval fyri Sambandsflokkin, og tí var tað náttúrligt, at hann eisini stillaði upp til býráðsvalið fyri sama flokk.

 

Vildi hava mest burturúr

- Eg havi so sitið í býráðnum síðan, og kom inn við næstflest atkvøðum til valið seinast og varð fyrst valdur á sambandslistanum. Eg metti tá, at samstarvið við Fólkaflokkin var so nógv slitið eftir fýra árum, sigur Heðin Mortensen.

Hann metti tí, at tað var rætt at royna okkurt nýtt, umframt at tað vóru ting sum gjørdu, at hann ikki kundi halda fram.

- Tí royndi eg at bera so í bandi, at Sambandsflokkurin kundi koma í eina góða støðu við ávirkan, men tað vísti seg, at tað var ikki tað, flokkurin vildi, og tí segði eg stopp, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir á, at tá mann ikki vildi fáa ávirkan, so kundi hann ikki longur fylgja við.

- Eg fekk jú so nógvar atkvøður, at eg hálaði hini bæði inn við mær, vísir Heðin Mortensen á.

Hann heldur ikki, at munurin á býráðspolitikkinum hjá Sambandsflokkinum brýtur so nógv frá tí hjá Javnaðarflokkinum, og skuldi hann gerast borgarstjóri, kundi hann ikki vera leysgangari, og tí tók hann ta avgerðina.

Soleiðis kom verandi samgonga við Tjóðveldi í lag fyri fýra árum síðani, og nú er valskeiðið eisini runnið. Og Heðin Mortensen er væl nøgdur við tað, sum samgongan hevur fingið av skafti.

- Eg hugsi, at tað er eindømi, at ein samgonga megnar at uppfylla øll tey lyfti, sum hon hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum, men tað hava vit megnað, sigur Heðin Mortensen.

Og við at gjøgnumganga samgonguskjalið má sigast, at Heðin Mortensen hevur rætt – næstan. Tí tað eru onkur fá mál, treyðugt so, sum bara tykjast loyst í eygunum á útinnandi politikaranum. Men málið var tó næstan nátt. Og tað gevur Heðini Mortensen treysti at halda fram.

- Ja, eg ætli at bjóða meg fram aftur til enn eitt valskeið – og gjarna sum borgarstjóra, sigur hann at enda.