Sjúkralega kveikti lív í dreymin

- Tá eg hevði verið innløgd í tveir mánaðir á Landssjúkrahúsinum, hugsaði eg við mær sjálvari: Nei, tá eg verði frísk aftur flyti eg av landinum. Eg vil sleppa at gera nakað við hesum lívinum. Lívið er ov stutt at bara sita í Føroyum og gera alt tað sama, sum øll hini. Tað sigur 23 ára gamla Sonja Davidsen, íverksetari, vinnulívskvinna og modell, um løtuna, tá hon valdi at fylgja sínum dreymum

Sonja Davidsen minnist væl løtuna á Landssjúkrahúsinum, ið bleiv avgerandi fyri hennara víðari lívsleið. Hetta var stutt eftir, at hon sum flestu av sínum javnaldrum var byrjað á Studentaskúlanum í Hoydølum, har nøkur stuttlig ár vóru henni í væntu.

Men júst sum hon var byrja at læra hennara nýggju floksfelagar at kenna og koma inn í tað stuttliga studentalívið í Dalinum Fagra, fekk tað ein bráðan enda.

Einans 16 ára gomul fekk hon staðfest tarmsjúkuna Morbus Crohn, so í staðin fyri at sita í einum av flokshølunum í Hoydølum og fordjúpa seg í tí vitan, ið búleikast í dalinum, endaði hon í einari sjúkrasong á Landssjúkrahúsinum.

Sjúkralegan merkti, at Sonja Davidsen slepti lestrinum, men hóast tað kann vera ein tung avgerð hjá einari ungari kvinnu, gjørdist tað kortini byrjanin til ein nýggjan spennandi kapittul í lívinum hjá henni.

- Tá eg hevði verið innløgd í tveir mánaðir á Landssjúkrahúsinum, hugsaði eg við mær sjálvari: Nei, tá eg verði frísk aftur flyti eg av landinum. Eg vil sleppa at gera nakað við hesum lívinum. Lívið er ov stutt at bara sita í Føroyum og gera alt tað sama, sum øll hini, sigur Sonja Davidsen um løtuna, tá hon valdi at fylgja sínum dreymum.

Kapping lat upp dyrnar
Áðrenn hon fekk staðfest Morbus Crohn hevði Sonja Davidsen luttikið í einari vakurleikakapping, ið bar navnið Miss Queen of Scandinavia. Gjøgnum luttøku í kappingini hevði hon fingið samband við ymisk fólk innan vakurleikavinnuna í Danmark, og vóru tað hesi sambond, ið hon nú ynskti at troyta.

So hóast foreldrini vóru alt annað enn fegin um, at lata ungu dóttrina fara av landinum í strembanini eftir dreyminum at arbeiða sum modell, fekk hon sannført tey um, at hetta var tað rætta fyri hana.

- Mamma og babba vildu ikki hoyra talan um, at eg flutti av landinum. Tey hildu slett ikki, at tað var eitt gott hugskot. Men eg hevði tvær vinkonur, ið flutti til Keypmannahavnar um sama mundi, so eg fekk sannført tey við, at eg flutti saman við teimum, hóast eg hevði egnu íbúð, minnist hon aftur á.

Steðgurin í Danmark bleiv kortini ikki langur. Sambondini hon hevði innan vinnuna vísti seg at halda, og skjótt fekk hon bjóða uppgávur sum modell úti í heimi.

- Eg flutti fyrst til Keypmannahavnar, men búði bara har í tríggjar vikur, áðrenn eg fór longur út í heim. Alt í alt hevði eg íbúðina í Keypmannahavn í tríggjar mánaðir, men var bara har í tríggjar vikur, áðrenn eg pakkaði viðførið og flutti til Athen í Grikkalandi, sigur Sonja Davidsen.

Tað var byrjanin til eina tilveru, har hon í heilum flutti bústað, so hvørt sum hon fekk bjóða ein nýggjan sáttmála onkra aðrastaðni.

- Seinastu fimm árini havi eg búð í Keypmannahavn, USA, Tailand, Grikkalandi, Italia, Týsklandi og ymsa aðrastaðni við. Flestu støðini havi eg búð úr fýra mánaðir til eitt ár, vísir hon á.

Ein hørð vinna
Sonja Davidsen er í dag skjót á viðganga, at hon ikki reiðiliga visti hvat tað var, ið hon fór undir, tá hon flutti úr trygga umhvørvinum í Miðvági, har hon var vaksin upp, út í stóra heim, har hon gjørdist partur av eini beinharðari vinnu.

- Tað var ein øgiliga spennandi tíð, men eg kastaði meg bara út í tað uttan at vita hvat tað var. Tí tað var ein øgiliga hørð verð, og eg lærdi skjótt at vera takksom fyri alt tað, ið mamma hevði gjørt fyri meg, tá eg brádliga skuldi klára meg sjálva, sigur hon við einum brosi.

Frá tí hon var 17 ár til hon var 21 ár starvaðist Sonja Davidsen burturav sum modell í ymsum londum og fyri ymisk klædnamerkir kring heimin. Men harða vinnan og arbeiðsumhvørvið byrjaði at tyngja ungu kvinnuna, og so líðandi byrjaði tankarnir um at standa á egnu beinum at búnast í huganum hjá henni.

- Vakurleikavinnan er ikki fyri veikar sálir. Tú hevur ikki nakað serligt at siga sjálvur. Tú stýrir ikki tíni egnu yrkisleið, men valdast alt av mótanum, rákinum, hvussu man skal síggja út, hvussu ein passar inn og hvør ynskir at brúka teg, sigur hon og heldur fram.

- Tað vil siga, at alt er treytað av hvat onnur siga og halda um teg. Man skal hava ein góðan umboðsmann, kundin skal dáma teg og tú skalt passa inn í profilin hjá klædnamerkinum. So sum er modell er tað øgiliga lítið, ið tú kanst gera. Í staðin snýr tað seg rættiliga nógv um at vera heppin, um tú kemur nakran veg í vinnuni.
Ikki sunt

Eitt slíkt umhvørvi er eisini tyngjandi fyri tey, ið virka innan vinnuna, og var tað eisini tað, ið Sonja Davidsen sannaði eftir nøkrum árum.

- Í longdini er slíkt ikki sunt. Eg eri glað fyri, at eg gjørdi tað og slapp at ferðast kring heimin sum modell, men tað er ikki nakað, ið eg tímdi at liva av í longdini. Aftaná trý ár hugsaði eg, at eg gjarna vildi hava mítt egna í staðin, sigur hon.

Tað var serliga upplivingarnar av, at ikki verða sædd sum eitt menniskja, men heldur einans sum eitt ting, ið gjørdist ov nógv fyri ungu kvinnuna úr Miðvági.

- Tá man kemur inn til casting, tosa tey um teg, sum um tú ikki ert eitt menniskja, men eitt ting. Tað er als ikki sunt at standa har, meðan tey tosa um hvussu tú sær út, um nøsin er ov stór, um tú ert ov kløn ella ov breið. Man skal hava harða húð, og tað eitt stórt trýst at liva av sínari útsjónd, men man lærir nógv av tí, vísir Sonja Davidsen á.

Dreymurin verður veruleiki
Í 2015 gjørdi hon av álvara av dreyminum og byrjaði at arbeiða við at menna sítt egna klædnamerki, ið ger undirklæðir, svimjiklæðir og náttklæðir til kvinnur. Men at byrja við ætlaði hon at fara aðrar leiðir.

- Fyrst hugsaði eg at menna eitt merki innan sólbrillur, men aftaná at hava kannað marknaðin ivaðist eg í, um tað var tað rætta, tí tað er ein avmarkaður marknaður. So í staðin valdi eg at kanna hvat fólk manglaðu. Sjálv manglaði eg undirklæðir, og helt tað var ringt at vita hvar eg skuldi keypa tey. Tað sum longu var á marknaðinum passaði ikki serliga væl til mín stíl og so vóru eingin undirklæðir, ið høvdu ein meðalprís. Tað mesta var antin bíligt ella dýrt, sigur hon.

Sostatt kundi hon staðfesta, at pláss var á marknaðinum fyri einum nýggjum merki, og kundi hon tí fara undir næsta stigið. Men júst tað, at kanna marknaðin væl og virðiliga, áðrenn hon fór víðari við hugskotinum, er nakað, ið hon viðmælir øllum, ið ynskja at byrja sítt egna.

- Tá man byrjar nakað nýtt er týdningarmikið, at man kannar hvørjir kappingarneytarnir eru, og um tað yvirhøvur er pláss á marknaðinum fyri tí, ið man ynskir at framleiða, sigur Sonja Davidsen.

Útbúgving ein forðan
Tað kendist sum ein smeitur hjá Sonju Davidsen, tá ið hon sum 16 ára gamal gavst í Hoydølum vegna sjúku. Men nú sjey ár seinni er hon fegin um, at alt spældi av sum tað gjørdi.

- Eg eri glað fyri, at eg onga útbúgving havi, tí tá eg byrjaði mína fyritøku sá eg ongar avmarkingar. Tað hevði eg ikki gjørt, um eg hevði eina útbúgving. Nú havi eg arbeitt við hesum í eina tíð, og veit nakað meira, men áðrenn sá eg ikki hvat lat seg gera ella ikki, men kastaði meg bara út í tað, tí eg ynskti at fáa tað at rigga. Nú eri eg eitt sindur meira varin, men at byrja við helt eg alt var møguligt. Á tann hátt var tað ein fyrimunur, at eg onga útbúgving hevði, sigur Sonja Davidsen.

Hóast ungi íverksetarin ikki hevur nakra útbúgving frá einum miðnámsskúla ella hægri stovni, hevur hon munandi fleiri royndir frá vinnuni enn fleiri av hennara kappingarneytum.

- Ein av mínum sterku síðum er, at eg havi eitt sterkt netverk frá mínari tíð sum modell innan vinnuna og veit hvat krevst fyri at fáa góðar myndir, vísir hon á.

Og ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið væl hjá fyritøkuni hjá Sonju Davidsen, OW Intimates, síðan tað sá dagsins ljós fyri trimum árum síðan. Í løtuni verða vørurnar hjá fyritøkuni seldar í yvir 20 londum og hevur eitt íløgufelag júst keypt seg inn í felagið.

- Vit vóru upprunaliga trý fólk, ið stovnaðu fyritøkuna, men tann eini er júst keyptur úr felagnum, samstundis sum eitt íløgufelag hevur keypt ein part, vísir hon á.

Tað er kortini ikki vanligt innan vinnuna, at ein ung kvinna á 23 ár er persónurin, ið tekur avgerðina, og kemur tað eisini onkuntíð óvæntað á fólk, tá tey varnast, at tað er Sonja, ið er vinnulívskvinnan.

- Eg havi verið heppin við, at tey flestu sum eg arbeiði saman við hava altíð tikið meg í álvara, men tað kemur fyri, at man møtir onkrum, ið verður bilsin, tá tey síggja meg. Í síðstu viku var eg í Turkalandi og vitjaði ymiskar verksmiðjur. Tá eg so kom á gátt at heilsa upp á hesar eldru menninar, ið høvdu verið í vinnuni alt teirra lív, hugdu teir eitt sindur spyrjandi upp á meg og væntaðu, at onkur annar eisini fór at koma. So enn verða fólk bilsin yvir, at eg eri so ung, men sjálvstøðug vinnurekandi, sigur hon.

Føroyar
Tað eru nú sjey ár síðan, at Sonja Davidsen sat í eini sjúkrasong á Landssjúkrahúsinum og tók avgerðina, ið broytti hennara lívskós. Nógv vatn er runnið í ánna síðan tá, men hugurin at flyta heim til Føroyar er ikki til staðar.

- Føroyar verða altíð ein partur av mær og fara aldrin frá mær, men eg veit ikki, um eg flyti aftur til Føroyar. Eg vitji oftani oyggjarnar og leiti faktiskt nú eftir einum húsum at keypa, tí eg kundi hugsað mær at átt eitt stað í Føroyum, tá eg eri á vitjan, sigur Sonja Davidsen.

Í staðin fer næsta tíðin at verða brúkt upp á at menna fyritøkuna OW Intimates, og møguliga eisini at seta gongd á nøkur nýggj hugskot.

- Næsta stigið hjá mær er at byggja upp á tað, ið eg havi, og royna at gera okkurt gott fyri onnur. Tað kann faktiskt væl vera, at tað næsta verður okkurt, ið hevur samband við Føroyar. Men annars ynski eg bara at fáa tað besta burtur úr lívinum og gera tað, ið ger meg glaðan, sigur vinnulívskvinnan.