Í vikuskiftinum fór fótbólturin á rull aftur í næstbestu donsku deildini. Í n?ggju kappingini eru fleiri føroyskir fótbóltsspælarar uppií, enn ta? á?ur hava veri? í 1. deild í Danmark. Samla?a tali? er [...] sjey. Teir eru tríggir í Fremad Amager - Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum og Jann Ingi Petersen ? tveir í Frem ? Jón Rói Jacobsen og Gunnar Nielsen, Christian Høgni Jacobsen í Vejle (hann er framvegis [...] framvegis knæskaddur) og Johan Byrial Hansen í Horsens. Í vikuskiftinum fingu øll feløgini, sum hava føroyingar í hópinum, fult uttan Fremad Amager, sum leygardagin tapti 1?0 á Eysturbrúgv ímóti Skjold. Hjalgrím
borgarstjórin í Runavík um tær ætlanir, sum eru fyri mentanarpolitikkin í kommununi. Runavíkar Kommuna er í støðugum vøkstri. Fólk flyta til, og stórur áhugi er fyri grundstykkjum, sigur borgarstjórin. Í ár eru [...] sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík. Í dag búgva beint oman fyri 2.500 fólk aftur í Runavíkar Kommunu. Tá mest var áðrenn kreppuna, búðu 2.543 fólk í kommununi. Men tað krevur eisini nakað [...] gamlir og í ávísan mun eisini niðurslitnir. Tað hevur leingi verið eitt ynski, at fáa eina endaliga loysn á skúlamálinum, og tað fer at verða arbeitt álvarsliga fram í móti at fáa hana avgreidda í hesum árinum
evropeiskir filmar eru við í kappingini um ársins evropeisku filmsvirðisløn, sum nevnd verður Felix. Virðislønirnar verða kunngjørdar og handaðar í París í dag. Norðurlond eru væl umboðað í kappingini. Teir báðir [...] herheima og í seinna førinum fyri norska filmin ?Aberdeen?, sum Hans Petter Moland hevur leikstjórnað. Kappingarneytar um gullið í hesum føri eru bretski Jamie Bell í "Billy Elliot", týski Bruno Ganz í italska [...] Krzysztof Siwczyk, sum er við í pólska filminum "Wojaczek". Bæði íslendska Björk og norska Lena Endre eru í uppskoti at fáa virðislønina sum bestu kvinnuligu leikarar í evropeiskum filmi í ár. Orsøkirnar til hesar
Stórsteypadystin kosta tað sama sum til ein vanligan dyst í føroysku kappingini, og í hálvleikinum ber til at fáa sær ein drekkamunn í høllini í FSF-húsinum. [...] Áttanda árið á rað skipa Lions Club í Føroyum og Fótbóltssamband Føroya fyri Stórsteypadysti í fótbólti millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri, sum í ár eru ávikavist HB og Víkingur [...] tykist tað eisini, sum leggja liðini størri orku í at vinna júst henda dystin, ið markerar, at eitt nýtt kappingarár byrjar, og er hetta fyrsti almenni dysturin í kappingarárinum, áðrenn farið verður undir steypa-
fremstu hársniðgevunum í heiminum. Hetta skrivar Royal Intercoiffure í tíðindaskrivi í dag. Mariann byrjaði sína yrkisleið sum 22 ára gomul heima í kjallaranum hjá foreldrunum. Í dag eigur hon salongina [...] salongina Royal Intercoiffure í Havn og eisini Balmain-handil í Illum í Keypmannahavn. Harumframt er hon Balmain-umboð í Danmark og soleiðis veitari til yvir 100 danskar salongir. Seinastu 13 árini hevur hon verið [...] verið master trainer hjá Balmain og undirvísir javnan frisørum í Danmark og aðrastaðni við. Í 2013 varð Mariann upptikin í altjóða elitufelagsskapin Intercoiffure og síðani hevur altjóða yrkisleið hennara
boðaði TAKS frá eini broyting í siðvenju, har avgjært var at frá 1. januar í ár høvdu handverkslærlingar eisini rætt til ferðastuðul í tíðini, teir vóru í skúla. Hetta vakti ans í fjølmiðlunum, og elvdi til [...] ferðastuðulslógini ta tíðina, tey vóru í skúla, men einans ta tíðina, tey vóru í starvsvenjing. Hetta var eisini støðan í Danmark, og praksis hjá TAKS hevur verið í samsvari við hetta. Nú hevur Føroya Rættur [...] Men sambært formanninum í Føroya Handverkarafelag er tað ikki júst so, tað hongur saman. Henry Olsen greiðir frá, at tá stjórin á TAKS sigur, at Føroya Rættur hevur broytt meining í spurninginum um lærlingar
verða fundirnir í Svøríki, og Gøran Persson, forsætismálaráðharri í Svøríki, skal leiða fundirnar. Hann helt røðu á fundinum. -Í hansara hugaheimi tóktist tað sum vóru Norðurlondini bert tey í Eystarasalti [...] at Føroyar eru vorðnar meira sjónligar í norðurlanda samanhangi. Tað merkist einamest av, at fleiri nevndir í Norðurlandaráðnum hava hildið fundir sínar í Føroyum í 1997. - Úrslitið av at nevndirnar hava [...] solidaritet mótvegis teimum í limalondunum, sum ikki hava eins góðar umstøður. Serliga áhugavert, men eisini ræðandi var at hoyra um støðuna í Baltisku londunum. Ein nevnd í Norðurlandaráðnum hevur arbeitt
betri í hesum settinum. Fleyr kláraði í sínum lag slett ikki at fylgja við Mjølni, sum vann ein sannførandi 25-15 sigur í triðja setti, og so var dysturin aftur púra opin. Í fjórða setti hendi júst tað sama [...] at vinna 3-0 ímóti Fleyr í Gundadalshøllini í fyrsta upp- og niðurflytingardystinum í flogbólti hjá kvinnunum, og tí var alt, sum bendi á, at Mjølnir fór at varðveita sessin í meistaradeildini. Hjá Fleyr [...] dystinum í Klaksvík í gjárkvøldið. Um tær ætlaðu sær upp í meistaradeildina, so skuldi hesin dysturin vinnast. Fleyr fekk flúgvandi byrjan Hevði nakar væntað, at Mjølnir fór at vinna sannførandi í seinna
bakkasti FC Keypmannahavn tapti í gjárkvøldið stórt í einum dysti, sum teir sjálvir hildu var mest sum ein avgreiðslu-spurningur. FCK tapti heili 5-0 móti NK Gorica í Parkini í Keypmannahavn. Venjarin hjá [...] bæði í 2001 og 2003. David Millar vann í fjør heimsmeistarakappingina í einkultstarti, men hetta heitið er nú tikið frá honum, eisini er hann tveittur av olympiska liðnum hjá bretum. Eriksson bíðar í spenningi [...] teir taptu 6-1 móti Esbjerg í fyrsta dystinum í fjør. Brøndby kom ongantíð ordiliga fyri seg aftur, og meistarheitið endaði eisini hjá FCK. Spurningurin er so, um tapið hjá FCK í gjárkvøldið fær eitt líknandi
Petersen og Sosialinum, sum júst er komin á trettanda sinni, so er tað eindømi, at ein árbók í Føroyum er komin tíggu ferðir upp í slag. Tíðliga í sjeyti og aftur miðskeiðis í áttati árunum vórðu royndir [...] Føroyskur fótbóltur 01 ? í orðum og myndum verður at fáa í dag. Fótbóltsárbókin er ein trúgvur jólagestur. Fyrsta bókin varð givin út í 1992. Tað vil við øðrum orðum siga, at bókin í ár er tann tíggjunda. [...] útlendingarnar í føroyskum fótbólti, Ingi Højsted er fyri fyrstu ferð at síggja í Arsenal búnanum, og tað verður m. a. skrivað um, hvør var elsti og yngsti spælarin í landskappingini í 1. deild, hvør var