Ein spennandi tíð

Tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman hjá Runavíkar Kommunu. Fólkatalið veksur, og mentanartilboðini skulu nøktast, sigur borgarstjórin

 

Kommunupolitikkur

Runavík: Skúlamálið skal loysast, fótbóltsvøllurin gerast av nýggjum, og eitt mentanarhús skal helst eisini byggjast, sigur borgarstjórin í Runavík um tær ætlanir, sum eru fyri mentanarpolitikkin í kommununi.

Runavíkar Kommuna er í støðugum vøkstri. Fólk flyta til, og stórur áhugi er fyri grundstykkjum, sigur borgarstjórin.

Í ár eru longu 10 grundstykki seld, og útstykkingin við Høgaleiti er við at verða útseld.

Tað hevur annars staðið í stað seinnu árini. Í 1989 vóru 120 umsóknir um grundstykki á bíðilista. Men tá kreppan kom, hvarv tann listin, og fólk vildu heldur selja grundstykkini aftur. Men nú ganga grundstykkini aftur sum heitt breyð, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík.

Í dag búgva beint oman fyri 2.500 fólk aftur í Runavíkar Kommunu. Tá mest var áðrenn kreppuna, búðu 2.543 fólk í kommununi.

Men tað krevur eisini nakað av kommunalu myndugleikunum, at fólk flyta til økið. Fólk mugu hava tilboð til frítíðina eisini, skulu tey støðast, ásannar borgarstjórin.

Eitt mál, sum borgarstjórin í Runavíkar Kommunu vil hava loyst í ár, er skúlamálið.

Runavíkar Kommuna røkkur víða, og skúlarnir eru spjaddir allan vegin úr Søldarfirði til Rituvíkar. Tað ger, at nógv ferðing er millum skúlarnar,og tað krevur bæði tíð og orku. Haraftrat kemur, at skúlabygningarnir eru gamlir og í ávísan mun eisini niðurslitnir.

Tað hevur leingi verið eitt ynski, at fáa eina endaliga loysn á skúlamálinum, og tað fer at verða arbeitt álvarsliga fram í móti at fáa hana avgreidda í hesum árinum, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík.

Eitt annað mál, sum er við at koma fram aftur, er eitt mentanarhús í kommununi. Hetta er gamalt mál, sum hevur verið uppi fyrr, men sum eins og so nógv annað, datt niður fryi aftur, tá kreppan legði alt slíkt undir lok í síni tíð.

Tað er eitt mentanarfelag í kommununi, sum eigur eitt sindur av pengum, greiðir borgarstjórin frá. Og sum skilst á honum, eru vónir til, at eitt ávíst samstarv millum hetta felagið og kommununa ikki er heilt óhugsandi, soleiðis at ætlaða mentanarhúsið kann gerast veruleiki.

Eisini ítrótturin í sóknini skal hava betri umstøður, hóast tær eru rímiliga góðar sum er. Ítróttarhøll og fótbóltsvøllur eru í Runavík. Men júst fótbóltsvøllurin er soleiðis fyri, at honum tørvar álvarsligar ábøtur.

Tær fær han so eisini nú í summar. Einaferð í mai, juni verður alt graslíkið tikið oman av, og nýggjur vøllur lagdur á aftur. Hesin vøllurin verður tann fyrsti av sínum slag í Føroyum, sigur borgarstjórin.

Vølurin verður skiftur, áðrenn landskappingin í fótbólti er komin i helvt, og tí verður neyðugt hjá NSÍ at spæla sínar heimadystir á Svangaskarði, meðan arbeiðið verður gjørt í Runavík.

Tað fer at kosta umleð 1,6-1,7 milliónir krónur at fáa nýtt graslíki á vøllin í Runavík.