Hans Backe fyri bakkasti
FC Keypmannahavn tapti í gjárkvøldið stórt í einum dysti, sum teir sjálvir hildu var mest sum ein avgreiðslu-spurningur. FCK tapti heili 5-0 móti NK Gorica í Parkini í Keypmannahavn.
Venjarin hjá FCK, Hans Backe, sigur, at hetta er tað ringasta, sum hann nakrantíð hevur upplivað sum venjari. Hann er annars júst kosin ársins venjari.
Tapið í gjárkvøldið merkir, at FCK má veittra farvæl til Champions League ? nakað sum ikki minnir sørt um sárini hjá Brøndby og teirra kollaps, tá teir taptu 6-1 móti Esbjerg í fyrsta dystinum í fjør. Brøndby kom ongantíð ordiliga fyri seg aftur, og meistarheitið endaði eisini hjá FCK.
Spurningurin er so, um tapið hjá FCK í gjárkvøldið fær eitt líknandi eftirspæl.
Ljungberg til Italia
Tað gongur ikki serliga væl hjá Arsenal fyri tíðina. Patrick Vieira er um at fara til Real Madrid, og nú verður Fredrik Ljungberg settur í samband við fleiri italiensk feløg. Sambært the Sun eru bæði Roma, Juventus og Inter áhugaði í svenskaranum, og trupult verður helst hjá Arsenal at siga nei til eitt boð upp á 160 milliónir krónur.
Gravesen til Liverpool
Sambært BBC er Liverpool FC áhuga í at keypa Thomas Gravesen. Danski landsliðsspælarin hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Everton.
- Vit hava hoyrt slatur um Gravesen, men managarin vil helst hava hann í Everton, sigur ein talsmaður í Everton við BBC.
John Sivebæk, umboðsmaðurin hjá Gravesen, er heldur ikki settur í samband við Liverpool.
- Eg havi ikki hoyrt nakað, men tað kann jú koma seinni, sigur Sivebæk, sum sigur, at fleiri toplið eru úti eftir Gravesen.
Gravesen er verdur einar 40 milliónir krónur. Ein skifti til annað felag verður mett at vera sannlíkt.
Millar viðgongur doping
Enski súkklarin David Millar viðgongur nú, at hann hevur dopað seg. Mikudagin bleiv hann bannaður frá øllum súkklukappingum í tvey ár, tí at hann er funnin sekur í at hava nýtt dopingevni EPO, sum er víðagitið innan súkklingina.
Eftir at hava verið avhoyrdur av fronsku løgregluni í tveir dagar, viðgekk Millar, at hann hevði tikið EPO bæði í 2001 og 2003. David Millar vann í fjør heimsmeistarakappingina í einkultstarti, men hetta heitið er nú tikið frá honum, eisini er hann tveittur av olympiska liðnum hjá bretum.
Eriksson bíðar í spenningi
Enski landsliðsvenjarin, Sven Gøran Eriksson, fær í dag at vita, um hann framhaldandi kann rópa seg enskan landsliðsvenjara. Eriksson hevur verið innblandur í einari gølu, har tað er komið fram, at bæði Eriksson og fyrrverandi stjórin fyri enska fótbóltssambandinum FA, Mark Palios, hava havt kynsligt samband við ein skrivara í FA. Palios hevur sagt seg úr starvi, og leiðslan í FA hevur biðið Eriksson á fund á einari loyniligari adressu í London, har endalig støða verður tikin til málið.