Meðan menn og sjeikar hava víst seg frá sínu bestu síðu í gjár orsaka av Valentines day, so byrjar lívið við Champions League fótbólti aftur í kvøld. Á San Siro leikvøllinum í Milano tekur oddaliðið í Seria A og sjeyfaldu Champions League vinnarnir, AC Milan, ímóti Tottenham, sum ongantíð hevur vunnið kappingina. AC Milan hevur havt eitt gott kappingarár og serliga er tað svenski landsliðsleikarin, Zlatan Ibrahimovic, ið eigur stóran leiklut í góðu gongdini. Saman við brasiliumonnum Pato og Robinho hevur, Zlatan Ibrahimovic skotið AC Milan til topps í Italia, men Tottenham venjarin ræðist ikki.
- Tað er orsaka av álopskendur fótbólti at vit eru her og vit halda fram á sama hátt. Vit hava leikarar, sum eru góðir fram eftir vøllinum, og tí nyttar einki hjá okkum at fara til Milano og verja, sigur Harry Redknapp, venjari hjá Tottenham
Tottenham var í bólki við grannunum hjá AC Milan, Inter Milan, sum eisini spæla sínar heimadystir á San Siro leikvøllinum. Tottenham tapti dystin á San Siro 4-3. Dysturin verður tó mintur fyri tey trý málini, sum Tottenham leikarin, Garet Bale, skoraði í seinna hálvleiki, hóast Tottenham bara vóru tíggju á vøllinum.
Sonur Harry Redknapp er Sky Sports viðmerkjarin, Jamie Redknapp, sum millum annað hevur spælt við Tottenham og Liverpool. Hann er ikki í iva um hvør størsta hóttanin hjá Tottenham í kvøld.
- Zlatan Ibrahimovic er ikki lættur at rokna út, men men kemur hann hugagóður á vøllin í kvøld, so er tað honum Tottenham skal hava eyguni eftir, sigur Jamie Redknapp við Sky Sports.
Tottenham er uttan Garet Bale, sum er skaddur í rygginum, meðan Luka Modric er ivasamur. Fyri AC Milan hava Antonio Cassano og Mark van Bommel ikki lov at spæla í Champions League í ár.
Champions League 1/16 finalur í kvøld:
AC Milan ? Tottenham (19:45)
Valencia ? Schalke 04 (19:45)










