Zlatan fær ikki fólksins ítróttarprís í Svøríki

Zlatan er ikki millum tey fimm nomineraðu til Jerring-virðislønina, sum er ógvuliga prestisjutung í Svøríki

Í Svøríki er størsti heiðurin, sum eitt ítróttarfólk kann fáa "Jerring Priset". Talan er um eina heilt serliga ítróttarvirðisløn, sum er uppkallað eftir tí mest legendariska ítróttarfrásøgumanninum hjá tí svenska útvarpinum, Sven Jerring, sum livdi millum 1895 og 1979.

 

Líknandi útvarpslegendur í øðrum norðurlondum eru Gunnar "Nu" Hansen í Danmark, Bjørn Lillien í Noregi, og feðgarnir, Niels Juel og Jógvan Arge í Føroyum.

 

Jerring virðislønin verður latin til ítróttarfólk, óannsæð kyn, einstaklingaítrótt ella liðítrótt, sum í farna árinum hevur/hava framt størsta ítróttarbragdið, ítróttinum í Svøríki til frama. Virðislønin hevur verið latin síðani 1979, tað árið Sven Jerring doyði.

 

Fimm fólk ella ítróttarlið verða nomineraði til hesa prestisjufullu virðislønina, og nú er greitt, at tíðarinnar besti svenski fótbóltsspælari, Zlatan Ibrahimovic verður ikki millum tey fimm, sum eru nomineraði til Jerring virðislønina. Zlatan vann tó Jerring virðislønina í 2007, og tá undirstrikaði hann yvirfyri svenskum miðlum, at tað var eitt tað týdningarmesta hann hevði vunnið, sum ítróttarmaður.

 

Tey sum eru nomineraði til Jerring virðislønina, sum verður handað mánakvøldið 19. januar eru svimjarin, Sarah Sjöström, travkuskurin, Örjan Kihlström, langrenns-íðkarin, Charlotte Kalla, stafettliðið hjá svensku kvinnunum í langrenni, og stafettliðið hjá svensku monnunum í orienterings-renning.

 

Zlatan er tó nomineraður til eina av teimum minni virðislønunum, nevnliga "ársins mannliga ítróttarfólk". Her kappast Zlatan ímóti íshokki-málverjanum, Henrik Lundqvist og langrenns-íðkarunum, Marcus Hellner og Daniel Richardsson.