Herfyri var føroyski trolarin, Zenita, av Tvøroyri, tikin fyri ólógligan fiskiskap í Noregi.
Zenita hevur eina upsakvotu í Noregi og tað var henni, teir fiskaðu av, nú teir vórðu tiknir.
Tað var norska vaktarskipið ?Nornen?, sum tók Zenitu 115 fjórðingar í ein útnyrðing úr Stavangri, tá ið teir høvdu regluligt eftirlit umborð seinasta leygardag.
Tá ið menninir á norska fiskiveiðieftirlitinum fóru at telja, komu teir eftir, at Zenita hevur givið upp fyri norsku myndugleikunum, hvat teir høvdu fiskað í kruvdum fiski, ístaðin fyri í heilum fiski.
Hetta sama mistakið hevur Zenita gjørt á fimm túrum í ár, kom efirlitið eftir.
Tá ið tølini, sum Zenita hevur givið upp fyri veiðina, verða umroknað til heilan fisk, kom eftirlitið til, at tvøramenninir høvdu givið tilsamans gott sjey tons ov lítið upp, skrivar norska blaðið Fiskaren. Norðmenn góvu Zenitu eitt sektaruppskot uppá 110.000 kr. Av teimum fekk skiparin tær 10.000 krónurnar í bót. Tað tóku teir av fyri at sleppa avstað aftur sum skjótast.