Zelenskyj: - Hetta er svar upp á álopini úr Kursk

Ukrainski forsetin sigur, at landsluturin, Sumy í Ukraina, sum hevur mark til Russlands, er álopin 2000 ferðir í summar úr russiska Kursk-landslutinum, og hann heldur, at átakið er eitt rættvíst aftursvar

 

Ukrainski forsetin, Vlodymyr Zelenskyj, sigur í dag, at átakið hjá Ukraina í russiska Kursk-landslutinum er svar upp á óteljandi álop úr júst hesum parti av Russlandi.

 

- Ukrainski landsluturin, Sumy, sum hevur mark til Russlands, er álopin 2000 ferðir í summar úr russiska Kursk-landslutinum, bæði við rakettum, mortarum og dronum.

 

Forsetin sigur sambært Reuters, at Kursk-landsluturin tískil hevur fortent eitt rættvíst aftursvar.

 

Tað var týsdagin í hesi vikuni, at ukrainskar herdeildir tóku seg inn í russiska landslutin, Kursk, og síðan hava bardagar verið millum stríðandi partarnir.

 

Ukrainski forsetin segði ikki alment fyrr enn í gjár, at ukrainskar herdeildir hava tikið seg inn í russiskt øki. 

 

Sambært útlendskum miðlum hevur Ukraina bæði stríðsvognar og onnur hernaðarakfør umframt nøkur túsund herfólk einar 20 til 30 kilometrar inni í russiskum øki. 

 

Í dag hevur eisini verið sagt, at ukrainski herurin hevur tikið seg inn í russiska Belgorod-landslutin.

 

Fleiri útlendskir miðlar eru samdir um, at russiski forsetin, Vladimir Putin, er tikin á bóli, og at hann slett ikki hevur væntað, at Ukraina fór at taka seg inn í hesar landslutir.

 

Lesið eisini - 

 

* Zelenskyj váttar álopini í Russlandi https://www.in.fo/news-detail/zelenskyj-vattar-alopini-i-russlandi

 

* 76.000 russar flýddir... https://www.in.fo/news-detail/76000-russar-flyddir-undan-ukrainskum-deildum-i-russlandi

 

Putin tikin á bóli https://www.in.fo/news-detail/serfroedngur-putin-tikin-a-boli