Ársins herðaklapp frá Javna varð í ár latið Leguni fyri fólk við breki í Zarepta. Legan hevur í ár 30 ár á baki, og varð innrammað heiðursbræv handað fyriskiparunum av leguni við ein veitsludøgurða í Zarepta í gjárkvøldið.
Fríðbjørd Hammer, næstformaður hjá Javna, handaði í gjárkvøldið fyriskiparunum av Leguni fyri fólk við breki í Zarepta Herðaklappið frá Javna fyri 2010. Herðaklappið er innrammað heiðursbræv við soljóðandi teksti:
LEGAN fyri fólk við breki í Zarepta fær herðaklappið frá Javna 2010
Tá ST lýsti árið 1981 at vera Ár teirra brekaðu, tóku fólk innan brøðrasamkomuna stig til at hava eina legu fyri fólk við breki í leguhúsinum Zarepta. Henda lega hevur síðani ligið fast dýrabiðidagsvikuskiftið.
Í tíðindaskrivi frá Javna verður sagt:
»TAKK fyri, at tit við virðing, tolsemi og umsorgan hava gjørt leguna fyri fólk við breki til eina mennandi og spennandi uppliving bæði fyri fólk við breki, teirra avvarðandi og starvsfólk, við viðkomandi fyrilestrum, hugvekjandi samrøðum, leiki og skapandi ítrivi.
JAVNI virðismetir eisini stórliga, at fólk við breki á hesi legu hava fingið nógvar nýggjar vinir ? og at mong ung á hesi legu eru lærd at møta fólki við breki náttúrliga og við virðing. Tað setur síni spor í samfelagnum.
JAVNI ynskir við hesum hjartaliga at takka leiðsluni í Zarepta, teimum, íð hesi 30 árini hava stílað fyri leguni ? og tykkum mongu, sum hesi 30 árini hava givið tíð og orku til at gera hesa legu møguliga.
ÁSANNANDI at tað er ómøguligt at nevna einstaklingar burturúr teirri fjøld, sum ár um ár hevur hjálpt til við leguni, ynskir Javni við hesum at veita tykkum ØLLUM eina hjartans tøkk ? og ynski um Guds signing framyvir við verki tykkara.
Kongurin skal svara teimum: ?Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!? (Matt.25:40)«