Í seinasta lagið hósdagin 17. september hittast nývaldu løgtingsumboðini.
Í seinasta lagi 12 yrkadagar eftir valið skal nývaldi løgtingið setast. Tað er ellisformaðurin, sum setir tingdið – og ellisformaður er elsta fólk á tingi.
Eftir valið í 2011 var tað Poul Michelsen úr Framsókn, sum fekk hendan heiður. Hesaferð eru tvey valevni, sum eru eldri enn Poul Michelsen. Tey eru 75 ára gamli Zakarias Wang úr Nýggjum Sjálvstýri og 74 ára gamla Vigdis Johannesen úr Tjóðveldi.
Tey hava tí hvør í sínum lagi møguleika at verða elsta fólk, sum verður valt á ting. Men vit halda okkum ikki taka munnin ov fullan, um halda at Poul Michelsen aftur fær heiðurin hesaferð.