Mikukvøldið 30. november klokkan 19.30 verður miðvika hildin í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju, har Zakarias Wang fer at greiða frá um Símun í Hoyvík, hús hansara og nakrar eftirkomarar hansara. Benjamin Rajani fer eisini at spæla løg av nýggju fløgu síni. Báðir eru teir eftirkomarar Símunar.
Nú er Hoyvík fjølbygd, men so hevur ikki altíð verið. Fyri góðum tveyhundrað árum síðani vóru bara eini hús í bygdini, tey hjá bóndanum.
- Í 1835 fór bygdin at vaksa, tí tá komu eini hús aftrat. Tað var Símun Joensen, ættaður av Glyvrum, sum saman við konuni Charlottu Amaliu Reinert úr Kaldbak bygdi hús á tí trøð, hann hevði lagt inn vestan fyri gamla bøgarðin.
Tað verður sagt í tíðindaskrivi í kvøld. Lagt verður aftrat, at húsini stóðu í 68 ár, og har búðu tvey ættarlið, sum fingu tíggju børn. Eftirkomararnir eru nógvir. Tá bygdin fór at vaksa í stórum fyri fjøruti árum síðan, búsettust eisini summir teirra í Hoyvík.
Tað eru Eydna Fosaa og Hans Simonsen, ið hava gjørt eitt yvirlit yvir ættina, sum er komið út sum bók, og á miðvikuni í kjallaranum í Hoyvíkar kirkju verður høvi at ogna sær bókina, eins og fløguna, sum Benjamin Rajani hevur givið út.










