NÝTSLA
Ikki dýrari enn oljufýr. Men ikki bíligari heldur.
Tað tykist at vera boðskapurin frá Fjarhitafelagið. Felagið, ið veitir umhvørvisvinarligan hita til hús í Hoyvík og á Sandvíkarhjalla, frá kommunalu brennistøðini.
Orkufelagið hjá Tórshavnar kommunu og SEV hevur sent sínum kundum boð um, at kostnaðurin fyri fjarhitan hækkar við 25%. Tað er ein meirkostnaður fyri 2.928 krónur fyri eitt miðal vanligt húsahald árliga, verður upplýst av skrivstovuni hjá Fjarhitafelagnum. Felagið hevur 550 húsarhald sum kundar.
- Tað er politikkurin hjá okkum, at prísurin á fjarhita skal vera á somu legu sum oljuprísurin. Tá oljuprísurin hækkar, so hækkar prísurin á fjarhita eisini. Og tað sama, tá oljuprísurin lækkar, sigur Hans Christian Dam, stjóri fyri Fjarhitafelagið.
Og hendan politikk hevur nevndin fyri Fjarhitafelagið sett út í kortið. Og hann hevur verið soleiðis frá byrjan, tá ið kritikkur var um
- Prísirnir lækka eisini, tá oljuprísurin lækkar. Tað er tað eingin, ið skrivar nakað um, sigur Kristian Fríðrik Olsen, formaður fyri nevndina.
Fjarhitafelagið nýtir eitt sindur av olju til sína framleiðslu, men tað er ógvuliga lítið og ikki í nær námind nóg mikið til at grundgeva fyri meirkostnaðinum av hesari orsøk. Hækkanin skyldast príspolitikkin hjá felagnum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Máta øðrvísi
Trupulleikin fyri teir 550 kundarnar, ið skulu av við í miðal 2.928 krónurnar afturat, er, at hetta verður ikki goldið yvir tólv mánaðir men verður býtt javnt á seinastu fimm mánaðirnar av árinum. Soleiðis er gjaldsskipanin hjá Fjarhitafelagnum.
- Eg skilji øgiliga væl, at fólk halda hetta vera øgiliga irriterandi fyri fólk. Vit mugu fáa skipanina broytta, so fólk kunnu rinda fyri tað, tey hava brúkt beinanvegin, og tey ikki fáa eina rokning, sigur Kristina Fríðrik Olsen.
Kundarnir fáa tó ikki loyvi at keypa fjarhita undir framleiðslukostnaðin. Tað merkir, at lækkar oljuprísurin øgiliga nógv, so er eitt mark fyri, hvussu nógv fjarhitaprísurin minkar.
- Sjálvandi kunnu vit ikki selja fyri undir framleiðslukostnað. Tað er loft á bæði mesta- og minstaprísi, sigur Kristina Fríðrik Olsen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Broytist?
So er tað spurningurin um, hvørt politikkur hjá Fjarhitafelagnum fer at broytast í framtíðini.
Eingin ítøkilig ætlan er um broyta prísásetingina í løtuni.
- Tað rættasta hevði kanska verið um vit settu prísin frítt av oljuprísinum. Tað er nakað, vit hava tosað um, og tað kann vera, at vit fara at broyta príspolitikkin, sigur Kristian Fríðrik Olsen.
Varaformaðurin fyri Fjarhitafelagið, Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldisflokkin, sigur seg ikki duga at siga sum er, hvørt hon heldur, at príásetingin hjá felagnum skal broytast.