Rógvi Holm, sum aftur hesa ferð var annar av miðverjunum, hóast hann stutt undan dystinum var ivasamur, helt ikki, at avrikið hjá U21-landsliðnum ímóti Lettlandi var nóg gott.
– Vit vóru ikki nóg tættir í teimum, og tí blivu vit ofta yvirspældir. Av tí sama komu teir í yvirtal framman fyri málinum hjá okkum, segði Rógvi, sum helt, at liðið hjá Lettlandi var eitt klárt eitt betri lið enn Moldova.
– Nú hava vit fýra útidystir, og av tí vit annars hava gjørt tað gott higartil, so hava vit góðar vónir undan hesum dystunum, sjálvt um teir eru á útivølli.