Í undanfarnu EM-undankapping vóru Føroyar í bólki við Norðurírlandi. Føroyar taptu báðar dystirnar ímóti norðurírum, og ein av høvuðsorsøkunum til hetta var vandamikli framherjin, Kyle Lafferty, sum bæði skoraði mál niðri í Belfast og á Tórsvølli í september í fjør.
Sum heild hevði Lafferty eina góða undankapping, har hann skoraði heili sjey mál, ið høvdu avgerandi týdning fyri, at norðurírar spældu seg víðari til EM-endaspælið í Fraklandi í summar.
Tað hevur tó ikki gingist Lafferty líka væl við gerandisfótbóltinum í Onglandi, sum tað hevur á landsliðnum. Premier League-felagið Norwich eigur Lafferty, men tað er synd at siga, at Lafferty hevur umboðað Norwich nakað serligt í hesum kappingarárinum, har stóri framherjin hevur fingið minni enn 60 minuttir av spælitíð.
Tískil er tað ikki løgið, at Lafferty hevur leitað sær nýggjar avbjóðingar. Í gjár bleiv greitt, at restina av kappingarárinum verður Lafferty læntur út til Birmingham, sum spælir í Championship í Onglandi.
Lafferty skoraði eisini ímóti Føroyum í EM-undankappingardysti á Svangaskarði á heysti í 2010, og hevur hann tískil skorað trý mál ímóti Føroyum á yrkisleið sínari.