Óvanligar tíðir krevja óvanlig tiltøk...
Hetta høvdu øll kunna ásannað, sum í kvøld høvdu leitað sær ein túr út á vaskaríiið á Landssjúkrahúsinum.
Tí har er aftur gongd komin á vaskimaskinur, turkitrumlur og strúkimaskinur.
Men tað er ikki tað vanliga starvsfólkið á vaskarínum, sum fylla maskinurnar, taka úr og leggja saman.
Tí tey fáa ikki arbeitt so leingi trætan millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið stendur við.
Ístaðin eru tað yvirlæknar og sjúkrasystrar, sum nú eru noydd til at taka um endan.
Tikin til gísla
Trupulleikin á Landssjúkrahúsinum við skitnum klæðum er nevniliga nú blivin so álvarslig, at sjúkrahúsleiðslan hevur boðsent øllum starvsfólki, sum eru til taks, til at møta á vaskarínum í dag til at vaska klæðir.
Tey flestu starvsfólkini kunnu ikki fara til arbeiðis á vaskarínum, tí so taka tey verkfallsrakt arbeiði upp.
Men tað er ein bólkur, sum ikki kann nokta at vaska klæðir og tað eru tað eru tænastumenninir.
Og tað eru júst tey, sum eru nú eru boðsend til arbeiðis á vaskarínum.
Sjúkrahúsleiðslan hevur í dag nevniliga gjørt av at boðsenda øllum tænastumannasettum sjúkrasystrum og yvirlæknum til arbeiðis á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum.
Tey fóru til arbeiðis fyri eini løtu síðani.
Tey, sum eru tænastumannasett, kunnu ikki nokta at taka tey arbeiðir á seg, sum sjúkrahúsleiðslan áleggur teimum at gera.
Heldur ikki, tá ið tað er at biðja ein yvirlækna vaska klæðir.
So har var onki at gera, uttan at møta upp.
Umframt yvirlæknarnir, er tað talan um ymsar leiðandi sjúkrasystrar, eitt nú deildarsjúkrasystarar o.s.fr.
Ein yvirlækni, sum ikki vil verða nevndur, sigur, at hann hevur ikki ringa samvitsku av at hann við hesum tekur verkfalsrakt arbeiði upp.
? Tað, sum hendir á sjúkrahúsinum, er, at fólk, sum eru sjúk og veik verða tikin til gísla í eini roynd hjá einum parti av arbeiðsmarknaðinum at fáa hægri løn, sigur hann.
Og tá ið tiltøk verða sett í verk ímóti sjúkrahúsinum, slepst ikki undan, at tað rakar sjúklingarnar.
Hann heldur, at hetta er beinleiðis ódámligt, tí higartil hevur altíð verið roynt at hildið sjúkrahúsini uttanfyri trætur á arbeiðsmarknaðinum.
? Men nú eru sjónarmiðini á hesum øki nógv meiri ágangandi, enn tey vóru fyrr, men tað haldi eg, er ósømiligt, sigur yvirlæknin, vit hava tosað við.
Ein ruðulleiki
Hann sigur, at støðan á Landssjúkrahúisnum við skitnum klæðum er ?heilt katastrofal?, sum hann tekur til.
Hann sigur, at tað er ikki bara tað, at tey hava ongi rein seingjarklæðir, ella vanlig klæðir eftir.
? Vit hava heldur onki eftir av teimum klæðum, sum vit brúka í sambandi við skurðviðgerðir.
Tvs, at sum er, knípur tað at kunna leggja fólk undir skurð.
? Skuldi tað hent, at ein bráðfeingis skurðviðgerð er neyðugt, er tað ein spurningur um vit kunnu fara undir hana, sum støðan er við klæðunum, sigur yvirlæknin.
Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum hevur annars ligið lamið orsaka av einum fólki.
Tí tað er bara hetta eina fólki á vaskarínum, sum er limur í starvsmannafelagnum.
Men tað er netupp tað fólki, sum hevur eitt avgerðandi starvsøki.
Tað fólkið, sum vanliga røkir starvið, er ikki í Starvsmannafelagnum, men tað er í farloyvi.
Og avloysarin er limur í Starvsmannafelagnum
Av tí sama liggur alt stilt, tí hini fólkini kunnu ikki gera arbeiði hjá tí fólkinum, sum er í verkfalli, tí so átaka tey sær verkfalsrakt arbeiði.