Yvirhøvur turt um vikuskiftið

Hóast nógvan vind um dagin, so verður yvirhøvur turt um vikuskiftið.

Leygardagin verður hvassur vindur upp í skrið av landsynning, seinnapartin regn, um kvøldið minni vindur av suðri og yvirhøvur turt. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Sunnudagin fyrrapartin verður strúkur í vindi av landsynningi og ælingur, seinnapartin minni vindur av  útnyrðingi og yvirhøvur turt. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Mánadagin og týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og útsynningi og okkurt ælið, men eisini sólglottar. Hitin millum fimm og níggju stig.