Yvirgangur í London: Eldkúlur flugu gjøgnum tokið

Løgreglan sigur, at tey viðgerða spreingingina í London í morgun sum yvirgang.

Í morgun hendi ein spreinging í undirgrundstoki í London. Ferðafólk siga við bretskar miðlar, at tey sóu eldkúlur flúgva gjøgnum tokið, tá spreingingin hendi. Bretska løgreglan sigur nú, at tey viðgerða spreingingina sum eitt yvirgangsálop. 

 

Bretska løgreglan sigur við bretskan miðlar, at fleiri fólk eru særd, men enn er ikki greitt, hvussu nógv tey eru ella hvussu illa tey eru særd. The Mirror skrivar, at fleiri fólk eru brend av spreingingini. Tað verður hildið, at ein spann ella eitt ílat av onkrum slag innihelt spreingievni, sum setti eld í undirgrundstokið. 

 

Les eisini: Ógvuslig spreinging í London 

 

Sjúkrabilar eru sendir til Parsons Green støðina í London. Bretski uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, heitir á íbúgvar í London um at taka tað róligt. Løgreglan hevur steðgað tokferðslu millum Earls Court og Wimbledon. Eygnavitni, sum The Mirror hevur tosað við siga, at fólk runnu móti somu hurð í tokinum, og at nøkur vórðu kroyst og traðka á. 

 

Tað eru nú fýra brandbilar á staðnum, umframt tvey bjargingarlið. Í alt eru áleið 50 sløkkiliðsfólk á staðnum. Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá staðnum. Eygnavitni siga við bretskar miðlar, at bjargingarliðini hjálpa fólki úr einum toki, sum stendur nakað frá støðini. 

 

/ritzau/Reuters