Yvir 600 starvsfólk hava havt koronu

Sjúkrahúsverkið hevur verið hart rakt

Sjúkrahúsverkið hevur verið hart rakt av koronu. Tað ásannar Steinar Eirikstoft, stjóri í sjúkrahúsverkinum, nú hann tekur saman um støðuna. Tá ið hann sigur, at sjúkrahúsverkið hevur verið hart rakt, er tað ikki tí at tað hava verið so nóv fólk innløgd í sambandi við koronu. Men tað er tí, at nógv starvsfólk í sjúkrahúsverkinum hava havt koronu.

 

Bara síðani omikron-varianturin av álvara fór at gera um seg í desember, hva 620 starvsfólk, ella tveir triðingar av starvsfólkunum í sjúkrahúsverkinum, havt koronu, umframt at fleiri onnur hava verið í sóttarhaldi. Hvørja ferð vit mangla eitt starvsfólk í klinikkini, vaskarínum, reingerð ella í køkinum, má onkur annar koma ístaðin, tí annars fáa vit ikki veitt tær tænastur vit skulu. Øll mugu tí arbeiða meira og renna skjótari, sigur Steinar Eirikstoft.

 

Hann er ikki sørt errin av, at Sjúkrahúsverkið hevur hórað undan, at at sjúklingar kortini hava fingið ta viðgerð, sum tey hava fyri neyðini.  Bert hendinga dagar hevur korona havt við sær, at vit hava útsett kanningar og viðgerðir, sigur stjórin. Men hann leggur afturat, at tað eigur starvsfólkið heiðurin av. Í samfull tvey ár hava tey arbeitt í hægsta giri, og allatíðina verið til reiðar til broytingar. Og harafturat hava tey átikið sær stórar, og samfelagsliga neyðugar uppgávur, sum koronukanningarnar og koppseta fólk fyri koronu.

 

– Herfyri fekk armur nummar 100.000 eina koronakoppseting, meðan fleiri enn eina hálva millión ferðir eru fólk potað á einari av kanningarstøðunum hjá okkum í Sjúkrahúsverkinum. Harafturat hevur Sjúkrahúsverkið ment koronupassið, sum gevur føroyingum atgongd til øll lond í ES og fleiri enn 30 onnur lond uttanfyri ES, sigur stjórin.