15. juli verður forritið Java, ið millum annað verður nýtt til at rita inn í netbankan, dagført. Tað serliga við hesi dagføring er, at eftir henda dag, ber ikki til at nýta Java á eini Windows XP-teldum. Hetta hevur Oracle, fyritøkan handan Java, avgjørt.
Orsøkin er, at Windows er givið at trygdardagføra gomlu Windows XP-stýrisskipanina, skrivar Vinnuhúsið. Hetta hevur við sær, at vandin fyri at teldan fær virus ella at óviðkomandi fáa atgongd til telduna, økist. Oracle hava tí avgjørt, fyri at betra um trygdina, at tað ikki longur skal vera gjørligt at nýta Java á eini tílíkari ótryggari teldu.
Tveir møguleikar eru so. Annar er at keypa eina nýggjari stýrisskipan til telduna, so sum Windows 7 ella 8. Trupulleikin er, at nýggjar stýrisskipanir seta nógv hægri krøv til teldur enn Windows XP gjørdi. Hin loysnin er, at keypa eina nýggja teldu, við nýggjari stýrisskipan.
Vinnuhúsið metir, at eini 2000 til 3000 føroyingar nýta Windows XP í dag, og tískil mugu skifta antin stýrisskipan ella teldu.