Í minsta lagi hundrað fólk eru deyð, aftaná ein harður jarðskjálvti rakti Afganistan í morgun. Tað upplýsir tíðindastovan Al Jazeera.
Al Jazeera metir í løtuni, at 85 fólk eru deyð í Afganistan, meðan 26 fólk eru deyð í Pakistan. Myndugleikarnir vænta tó, at talið er nógv hægri.
Mett verður at jarðskjálvtin rakti 254 kilometrar í ein landnyrðing frá Kabul, og máldi
7,5 á Richter-skalanum.
Jarðskjálvtin merktist eisini í grannalondunum Norðurindia og Pakistan, har fólk rýmdu úr bygningum, tá jørðin skalv undir teimum.
Í dag eru seks mánaðir síðani, at ein harður jarðskjálvti legði stórar partar av Nepal í oyði. 9.000 fólk doyðu í tí jarðskjálvtanum.