Ynskja størri samvirkni við feløgini

Heldur enn bara at vera lóggevandi parturin í føroyskum fótbólti, so arbeiðir FSF í løtuni við ætlanum um, at felagsskapurin í framtíðini kann gerast ein meira aktivur samstarvsfelagi hjá teimum, sum fáast við fótbólti.
- Tú kanst siga, at tað í nógvar mátar virkar, soleiðis at vit mest sum altíð eru tann, sum kemur við peikifingrinum, og tað kann gerast eitt sindur irriterandi fyri allar partar, sigur Ísak Mikladal.
- Í so máta vildi tað verið munandi betri, um vit kunnu samstarva við feløgini og vera við til at samansjóva virksemið millum hesi.
- Her hava vit í fyrstu atløgu hugsað um, at vit kundu skipað fyri nøkrum skeiðum, ella kanska bara forumum fyri ymsu málbólkarnar. Tað kundi til dømis verið fyri ábyrgdarfólki av ymsum slag, so sum trygdarumboð, samskiparum og øðrum. Á tann hátt kundu vit kanska í fyrsta lagi verið við til at givið hesum nýggjar impulsir og kanska greiðari leiðreglur innan ymsu økini, eins og tað eisini gjarna skuldi viðført, at kontaktnetið hjá hesum varð víðkað. Hetta skilt soleiðis, at vit tá kundu virka til at knýtt betri bond millum ymsu feløgini á fleiri økjum, og tað trúgvi eg vil koma øllum pørtum til góðar, sigur Ísak Mikladal.