Ynskja ikki nýtt tinghús

Sera nógv hava skrivað undir hjá teimum, ið hava skipað fyri innsavnan av undirskriftum ímóti uppskotinum um nýtt løgtingshús

Í morgin, fríggjadagin, klokkan 13:30 fær Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður handaðar undirskriftirnar, ið eru savnaðar ímóti bygging av nýggja løgtingshúsinum. Og tær eru ikki so fáar í tali. Møguliga er talan um met.

Sera nógv fólk hava skrivað undir og hesar undirskriftirnar fær løgtingsformaðurin so áðrenn løgtingsfundin fríggjadagin