Ynskja fleiri kamparar til bygdina

Vestmanna: Fleiri staðir kring landið er skipað soleiðis fyri, at føroyingar og útlendingar kunnu koma higar við kampingbilum sínum.

Nú ætla fólk í Vestmanna sær at bjóða teimum ferðandi sama tilboð. Arbeitt hevur verið málinum í eina tíð, og nú er komið so mikið langt, at ætlanin er vorðin almenn.
Ein liður í hesum er sjálvandi at fáa loyvi til at fremja eina slíka ætlan í verki. Og tí fara fyrireikararnir nú at søkja kommununa um eitt øki.
Á bygdarráðsfundi týsdagin í komandi viku er nevniliga eitt tilmæli frá fíggjarnevndini til viðgerð. Her hevur eitt smápartafelag undir stovnan sent inn eina umsókn um loyvi at leiga eitt gott lendi inni á Fjørð til kampingpláss.
Spennandi verður at frætta, hvussu fer at gangast við hesi umsóknini.