Ynskja at leingið sáttmálaskeiðið

At vit bjóða arbeiðsgevarunum at leingja sáttmálaskeiðið kostar sjálvsagt, tí samstundis, sum tað gevur stabilitet, er tað eisini bindandi, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ið fór undir samráðingar við Fíggjarmálaráðið í gjár

Sjálvandi krevja vit hægri løn. Hesi eru orðini frá Gunnleivi Dalsgarð, nú tíðin enn einaferð er búgvin til at fara til samráðingarborðið. Men hann avdúkar ongin tøl enn, tí, sum hann sigur, so veldst tað í stóran mun um, hvussu langt sáttmálaskeiðið verður.
- Tá Starvsmannafelagið skjýtur upp, at vit leingja sáttmálaskeiðið upp í trý ella kanska fýra ár, so rætta vit í veruleikanum hondina fram og bjóða politikarunum stabilitet. Hetta er ein fongur fyri samfelagið og arbeiðsgevararnar, men slíkt kostar sjálvsagt, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Í gjár, týsdagin, sessaðust umboð fyri Starvsmannafelagið og Fíggjamálaráðið um samráðingarborðið at seta hol á samráðingarnar, sum meiri ella minni vórðu kubbaðar av seinast, tá Starvsmannafelagið góðtók ein sáttmála, sum einans rakk eitt ár fram - fyri frið skyld, sum onkur vildi vera við. So verandi sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið er bert galdandi til 1. oktober, hetta samstundis sum, at fleiri av fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki hava gjørt nýggjan sáttmála fyri tann, sum gekk út 1. oktober í fjør.
- Í gjár løgdu báðir partar fram síni krøv og sjónarmið til nýggjan sáttmála, og vit prátaðu eitt sindur um tey, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum eisini staðfestir, at ongin fundarætlan varð gjørd á fundinum.

Nýggir tankar
- Eg vænti, at Fíggjarmálaráðið fer at taka undir við at leingja um sáttmálaskeiðið, tí tað kann bara gagna teimum, sigur Gunnleivur Dalsgarð, og hann vísir á, at Føroya Tele longu hevur gjørt tað sama.
- Hetta er eitt upplegg við nýggjum hugsanum, har til ber, at samráðast í rúmari tíð. Og tað er ein útrætt hond um stabilitet, sum sjálvsagt hevur sín prís, tí tað er eisini bindandi at binda seg so nógv ár fram, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum eisini vil hava ásetingar um, at avtalan kann endurskoðast, um so er, at stórar samfelagsbroytingar verða.
- Tað hevur frammanundan verið ilt at meta um gongdina tvey ár fram, og tí er sjálvsagt eisini ógjørligt at meta um støðuna longur út í framtíðina, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Spurdur, hvørjar fyrimunir hetta hevur fyri fakfeløgini, sigur hann, at sum nú er, fer øll orkan til samráðingar og til slíkt, sum liggur beint fyri.
- Fakfeløgini hava ikki tíð til at fáast við verulig fakfelagspolitisk mál, prinsipiell mál ella at samstarva sínámillum, tá tíðin er so tepur, so tí gevur hetta okkum eisini eitt andarhol, at koma uppundan og at styrkja um innanhýsis samskiftið, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð.

Eftirlønin á 15,5 prosent
Av øðrum, sum er millum krøvini hjá Starvsmannafelagnum til sáttmálasamráðingarnar í heyst kann vera nevnt, at eftirlønin skal upp á støðið, sum Føroya Tele kom upp á í vár, nevniliga í 15,5 prosent.
- Nú politisku myndugleikarnir tosa so nógv um at broyta pensiónsviðurskiftini, so tey koma at hvíla á trimum súlum, halda vit tað vera av alstórum týdningi, at vit fáa okkara viðurskifti uppá pláss við at tey koma upp á minst 15,5 prosent, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum kortini viðgongur, at hann als ikki er nøgdur við 15,5 prosent.
- Allar kanningar vísa, at vit skulu upp á eini 18 prosent, um talan skal vera um eina nøktandi eftirlønarskipan, sigur Gunnleivur Dalsgarð við Sosialin.

Umflokkingar
Annað, sum Starvsmannafelagið borðreiddi við á fundinum við Fíggjarmálaráðið í gjár, vóru krøv um umflokkingar í lønarskipanini, har hædd verður tikið fyri, at umstøðurnar og krøvini á arbeiðsmarknaðinum broytast og at flokkingarnar tí mugu fylgja við.
- Í 2001 gjørdu vit flokkingarnar einfaldari, men kortini er alla tíðina neyðugt at endurskoða skipanina, sum vit annars hava verið sera nøgd við. Eitt nú er sjálvsagt, at starvsfólk eiga at verða umflokkað í sambandi við førleikamenning og eftirútbúgving, ella tá talan er um nýggj størv og heiti, sum skulu flokkast í lønarskipanini, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Arbeiðsvikan 36,5 tímar
Og Gunnleivur nevnir annað mál, sum eisini hevur verið á breddanum áður, nevniliga, at arbeiðstíðin eigur at vera ásett til reellu arbeiðstíðina, soleiðis at farið verður burtur frá, at arbeiðsvikan eitur 39 tímar, har fólk fáa ein hálvan tíma til matarsteðg dagliga.
- Vit ynskja harafturímóti, at arbeiðsvikan skal eita 36,5 tímar, og at hálvi matartímin skal liggja uttanfyri, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Og hann vísir at enda á, at Starvsmannafelagið skjýtur upp, at samráðingarnar millum Sev, kommunurnar og Fíggjarmálaráðið eiga at vera í senn, tí tað endar altíð úti í Fíggjarmálaráðnum kortini og úrslitið verður tað sama.
- Tað er ikki nøktandi at vit ikki fylgjast, og so fáa Sev og kommunurnar eisini veruliga ávirkan, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum vísir á Fíggjarmálaráðið var positivt yvir fyri hesum uppskotinum frá Starvsmannafelagnum, og tí fer at seta seg í samband við Sev og Kommunala Arbeiðsgevarafealgið beinanvegin.