Ynskir vinnuni bestu umstøður á havnalagnum

- Politiskt ynskja myndugleikarnir, at samfelagið fær sum mest burtur úr rávøruni, men her í Leirvík verða møguleikarnir hjá Tavuni skerdir, nú landsvegur skal byggjast beint omanfyri virkið, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvíkar kommunu

Fiskavirkisvinna

- Vit ynskja, at vinnan í kommununi hevur bestu umstøður at virka undir, men nú vit fáa eina landsvegagerð beint omanfyri Tavuna – við ongari lokarennu, duga vit væl at síggja, at hetta kann koma at avmarka møguleikarnar hjá virkinum til útbyggingar og nútímansgerð.
Hetta sigur borgarstjórin í Leirvíkar kommunu, Fríðgerð Heinesen, sum ásannar, at útróðrarbygdin Leirvík við landsvegi niðast í bygdini ikki verður hin sama eftir, at landsvegurin er komin.
- Neyst fella fyri vegagerðini, havnalagið verður broytt, og bygdin verður skorin frá havnalagnum. Leirvík verður ikki, sum hon var. Tað verður ikki so lætt longur hjá eldri monnum, sum kundu hugsað sær at egnt nakrar línur – ei heldur børnum, at sleppa millum bygdina og havnalagið. Nú vit mugu vit í størri mun enn áður uppføra okkum sum í "stórbýnum", sum borgarstjórin tekur til.
Hon vísir á, at einki serligt verður gjørt, soleiðis at sleppast kann lætt tvørtur um nýggja og ferðsluríka vegin, sum kemur.
- Okkurt fótgangarafelti verður, men sum eg havi skilt, verður einki serligt gjørt burtur úr, sigur hon.
Borgarstjórin leggur dent á, at tað er ein stór misskiljing, um fólk halda, at vegaføringin nú verður líka so trygg og góð, sum um vegurin varð bygdur við lokarennu.
- Fingu vit ætlaðu lokarennuna, hevði bygdin ikki í sama mun verið avskorin frá havnalagnum, og tá hevði landsvegurin heldur ikki í sama mun verið ein bági fyri møguligum útbyggingum av Tavuni.
Fríðgerð Heinesen sigur, at kommunan hevur ikki møguleikar at keypa bygningarnar hjá Tavuni fyri nógvan pening, men tey hava vent sær til Landsverk um møguligt keyp.
- Higartil hevur Landsverk ikki verið positivt, sigur hon.
Borgarstjórin vísir á, at landsmyndugleikarnir ynskja, at samfelagið fær sum mest burtur úr rávøruni, men í Leirvík verða møguleikarnir hjá einum virki skerdir, nú landsvegur skal byggjast beint omanfyri virkið.
- Tavan hevur nógv jørn í eldinum, og vit duga væl at skilja, at leiðslan kundi hugsað sær betri møguleikar á nýggja økinum norðanfyri fiskavirkið hjá Kjartani Joensen.
At enda leggur borgarstjórin dent á, at hon er sera fegin um tað vinnuvirksemi, sum er í kommununi, og hon vónar, at loysnir kunnu finnast, sum gera tað møguligt hjá Tavuni at røkka sínum vinnuligu málum.
- Hóast málið um vegaføringina gjørdist ein stórur vavgreytur, kann eingin siga, at málið ikki er lýst – eisini úr einum vinnusjónarmiði, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri.