Ynskir ikki lóg um fartelefonir

Metir ikki tað er neyðugt, at seta eitt forboð fyri fartelefonir við lóg

- Nei, eg síggi avgjørt einki virði í, at man ger eina løgtingslóg, ið bannar fartelefonir í skúlanum. Tað taki eg ikki undir við.


Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya lærarafelag, ið ikki heldur tað er skilagott at fylgja leistinum hjá franska tjóðartinginum, sum í síðstu viku samtykti at banna fartelefonum í øllum landsins skúlum.


Men tað merkir ikki, at formaðurin í Føroya lærarafelag ikki metir, at nýtslan av fartelefonum er ein trupulleiki í føroyska fólkaskúlanum.


- Tað er ein øgiliga kapping á talgildu miðlunum eftir uppmerksemi. Í undirvísingarhøpi tapir lærarin, um nýtslan av fartelefon er púra ótálmað. Tað má man gera sær púra greitt og tað vita lærarar og skúlar. Í nógvum førum er fartelefonin slett ikki viðkomandi í undirvísingini, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.


Men heldur at tað verður samtykt við lóg, so metir hann, at tað er betri, at hvør einstakur skúli sjálvur tekur støðið til málið.


- Tað er týdningarmikið, at hvør einstakur skúli hevur felags reglur fyri brúk av fartelefon. Tí tað verður ringt, um ein lærari setir forboð fyri fartelefonir, meðan ein annar ikki ger tað, sigur Herálvur Jacobsen.