Yndismyndirnar av føroyskum tónleikarum

Finska myndakvinnan Eija Mäkivuoti hevur avmyndað føroyskar tónleikarar síðan 2008. Vit hava biðið hana um at velja sínar yndismyndir.

Finska myndakvinnan Eija Mäkivuoti hevur eitt hjarta, ið bukar fyri føroyskum tungmálmi.

 

Seinastu tvey árini hevur hon verið ein av teimum fýra høvuðsfyriskiparunum av Wacken Metal Battle Føroyar, og tá tungmálmskappingin 8. mars fer at buldra og braka í Sjónleikarhúsinum í Havn, verður Eija aftur á staðnum, sum fyriskipari, men eisini sum myndakvinna og blaðfólk, tí

 

Eija avmyndar allar framførslurnar og skrivar greinar um tiltakið til útlendskar miðlar.

 

Eija hevur avmyndað føroyskar tónleikarar síðan 2008. Vit hava biðið hana um at velja sínar yndismyndir, ið hon hevur tikið av føroyskum tónleikarum.


Síggj hennara myndir her

 

Les samrøðu við Eiju um kærleikan til føroyskan tungmálm, hvussu hon fyrstu ferð endaði í Føroyum og mangt annað í Vikuskiftissosialinum í blaðkioskini.