Hipphopp-stjørnan Wyclef Jean er nú alment skrásettur sum forsetavalevni til forsetavalið á Haiti. Tað váttar ein talsmaður fyri Viv Ansanm-flokkin, sum Wyclef Jean stillar upp fyri. Hetta skrivar heimasíðan hjá danska Kringvarpinum, sum endurgevur tíðindastovuna Reuters.
Seinastu smálutirnir viðvíkjandi skrásetingini av Wyclef Jean komu upp á pláss í gjár, og sjálvt forsetavalið verður 28. november. Sitandi forsetin Rene Preval hevur verið fyri ákoyringum fyri leiklut sín eftir ógvusliga jarðskjálvtan í landinum tann 12. janar, tá ein kvart millión fólk lótu lív og hálvonnur millión fólk gjørdust heimleys.
Wyclef Jean er føddur í Haiti, men uppvaksin í New York. Wyclef Jean stovnaði hjálparfelagsskapin Yele Haiti Foundation, sum hevur havt ein stóran leiklut í neyðhjálpararbeiðinum á Haiti.
Wyclef Jean er eisini ógvuliga vælumtóktur í landinum, har helvtin av íbúgvunum er undir 25 ár.