Scilly 2002
Eftir ætlan skuldi kvinnumanningin ikki fara úr Klaksvík fyrr enn t_smorgunin, men orsaka_ av verkfallinum gjørdu vit av at fara longu mánakvøldi_. Og gott ta_ sama, tí stutt eftir, at vit vóru komnar til høvu_ssta_in, fingu vit bo_ um, at farast skuldi úr Havn klokkan hálvgum seks morgunin eftir. RSF hev_i frætt, at vandi var fyri at Vágoyggin fór at ver_a blokera_. At hon so kortini ikki bleiv blokera_ er ein heilt onnur søga.
Fer_in til st. Mary´s, sum er ein av oyggjunum á Scilly, var sera drúgv - drúgvari enn hon átti. Fer_alei_arar vóru Hans Dávid Hansen og Terje Kjærbo, men ta_ var so ikki teirra skuld, at fer_in bleiv so drúgv. Flogi_ var_ úr Føroyum til Kastrup og so ví_ari til London, Gatwick. Sí_ani skuldu vit vi_ náttartoki til Penzance í Lands End. Hetta gekk alt upp á stás, tó so vit vóru sera troytt, tá vit komu hartil umlei_ klokkan hálvgum átta morgunin eftir. Men troystin var, at nú vóru bert knappir tríggir tímar vi_ ferju eftir.
Ferjan sigldi ikki
Men hvat? Ferjan hev_i havt trupulleikar kvøldi_ fyri, og sigldi ikki aftur tann dagin. Hon siglir bert eina fer_ um dagin. So vit máttu flúgva yvir til oyggjarnar. Flúgvararnir taka ikki nógv fólk. Onkrir tóku einans átta, me_an a_rir tóku upp til sekstan. Eisini spældi vi_føri_ ein stóran leiklut. Um ta_ viga_i ov nógv, so tók flúgvarin færri fólk.
Vit vór_u bi_in um at fara umbor_ á ferjuna at bí_a eftir nærri bo_um. Ta_ tók langa tí_, men tey avbera fryntligu og hjálpsomu starvsfólkini gjørdu alt ta_ tey kundu fyri at bera so skjótt at sum møguligt.
Flúgvitúrurin tók einans tjúgu minuttir, men sum sagt, so var ta_ sera drúgt at bí_a. Ta_ komst av at fer_afólkini, sum skuldu havt veri_ vi_ ferjuni, máttu bí_a eftir plássum í flúgvarunum. Og óiva_ vóru fleiri eyka flogfør sett inn henda dagin.
Tá øll langt um leingi vóru komin upp á pláss, var fari_ at hyggja eftir bátinum, sum rógvast skuldi í. Hetta slagi_ av bátum ver_ur kalla_ gig. Og The Faroese Partnership hev_i stu_la_ eina n_ggja gig til eitt ró_rarfelag á st. Mary´s, sum eitur Mewagissey Rowing Club. Kerens eitur hon. So spenningurin at síggja hetta snøgga far var stórur. Og flott var hon. Stó_ á einum flata, sum eitur Holgates Green. Fari_ var_ beinanvegin at venja og ta_ gekk so hampuligt, men vit skuldu tó líka venja okkum vi_ tann n_ggja bátin. Eisini tók ve_ri_ fleiri av okkum á bóli. Aldurnar vóru sera stórar, nógv størri enn ta_ man er vanur vi_ at venja í her á klettunum, so illa gekk tann fyrsta dagin. Serliga hjá kvinnumanningini. Men dagin eftir var betri og tá vandu vit eisini tvær fer_ir. Ringa ve_ri_ hev_i eisini vi_ sær, at rógvararnir mistu nógv tøk, tí vit ikki eru von vi_ at skula hyggja út á árina alla tí_ina. Í Føroyum er ta_ nógva sta_ni nærum bannl_st at hyggja út úr bátinum, me_an ró_ ver_ur.
Vit fóru so eisini ein lítlan venjingartúr fríggjamorgunin, á_renn fari_ var_ á eina útfer_ til tvær av hinum oyggjunum: St. Martin´s og Tresco. Á Tresco vóru vit og vitja_u ein vakran hava, sum eitur Abbey Garden. Ein einastandandi vakur havi, vi_ alskyns blómum og trøum. Hann líktist nógv einum tropiskum hava vi_ teim mongu pálmunum. Ha_ani gekk so lei_in til st. Martin´s, sum er ein onnur vøkur oyggj har um lei_ir.
Fríggjakvøldi_ vóru so tvær kappingar, Veteran´s Race og Truro Trophy Race. Ta fyrru kappingina høvdu vit ikki møguleika til at síggja, men vóru øll og hugdu at tí seinna. Ró_ var_ frá St. Agnes til St. Mary´s, sami teinurin, sum tann innlei_andi ró_urin hjá okkum fór at vera dagin eftir. Umlei_ 3.000 metrar. Her fingu vit ein lítlan forsmakk upp á startin, sum í øllum førum ikki kann sametast vi_ tann føroyska. Í sta_in fyri startskoti_, sum n_tt ver_ur í Føroyum, n_ta tey á Scilly bert eitt flagg, sum ver_ur koyrt upp fyri at vísa, at nú ver_ur ta_ skjótt, og sum sí_ani ver_ur koyrt ni_ur, sum bo_ til bátarnar, at nú skulu tit rógva. Og tá flaggi_ fór ni_ur hetta fríggjakvøldi_, er ta_ synd at siga at bátarnir lógu eftir einari linju. Nei! Onkrir vóru meira enn eina bátslongd aftanfyri.
Tá bátarnir vóru komnir inn um málstrikuna, var greitt at ein av teim lokalu bátunum vann. Idas æt hann. Føroyingarnir fóru vælh_rdir aftur á hotelli_ og n_ttu restina av kvøldinum til at slappa av í og fyrireika seg til stóru avbjó_ingina dagin eftir.
Innlei_andi ró_rarnir
Klokkan eitt leygardagin skuldi innlei_andi ró_urin hjá kvinnunum byrja, men á Scilly ver_ur føroysk presisheit n_tt, so klokkan mundi vera nærri hálvgum tvey, á_renn flaggi_ fór ni_ur. Og hóast ávaringina um startin, sum vit høvdu fingi_ kvøldi_ fyri, so var starturin hjá okkum syndarligur. Vit lógu úti vi_ eina bátslongd aftan fyri teir fremstu bátarnar og haraftur at fløktust árarnar vi_ árarnar hjá bátinum, sum lá vi_ sí_una av okkum. So faktiskt ró_u vit ikki tey fyrstu fimm seks tøkini, men so kom fer_ á. Upp á stutta tí_ ró_u vit okkum frá einum tri_aftasta plássi fram millum tríati teir fremstu bátarnar. Men so kom stígur í, kreftirnar byrja_u at ganga undan. Men vit hingu í og enda_u á einum 26 plássi, bert tveir bátar frá B bólkinum. Hetta hev_i vi_ sær, at vit skuldu rógva fyrsta finaluró_urin í C bólkinum.
So vóru ta_ menninir, sum stó_u fyri tørni. Teir lógu betri fyri í startinum, men tá teir tóku fyrsta taki_, brotna_i annar pinnurin, sum árin liggur í. ( Gig´s hava ikki tollar, sum teir føroysku bátarnir, men tveir pinnar, sum halda árini). Ta_ var tollurin hjá Skarphé_inn, sum brotna_i, men hann bar skjótt at og ikki mundu ta_ vera meir enn tvey tøk, so hev_i hann skift tollin út og fekk ró_ saman vi_ hinum. Men uttan iva fingu teir allir ein hvøkk. Menninir lógu væl fyri allan vegin inn eftir, men teir komu í ein ógvusligan aldudal. Aldurnar stava_u frá teim mongu ásko_arabátunum, sum alla tí_ina sigla framvi_. Teir eru sera naskir, hesir bátarnir. Teir fylgja teim fremstu bátunum, og leggja líka í um teir krossa felti_, og harvi_ geva teim aftaru bátunum stórar trupulleikar. Menninir á Kerens enda_u eisini í C bólkinum. Teir ró_rarnir skuldu rógvast seinni um dagin. Teinurin tá var 2.000 metrar.
Finaluró_rarnir
Ikki kann sigast, at vit vóru heilt nøgdar vi_ at vera í C bólkinum, tí máli_ hjá okkum var at koma í B bólkin beinanvegin, men ta_ gekk ikki. Og vit vóru sera vónbrotnar av hesum, serliga orsaka_ av startinum. Men ró_urin í C bólkinum gekk bara heilt væl. Vit vunnu ró_urin og sluppu sostatt upp í B bólkin, sum skuldi rógva annan finaluró_urin sunnumorgunin klokkan hálvgum ellivu.
Hjá monnunum eydna_ist ta_ tíverri ikki at koma upp í B bólkin. Teir enda_u á einum fjór_a plássi, so teir skuldu rógva annan finaluró_urin aftur í C bólkinum. Og harvi_ var greitt, at teir ikki kundu fáa eitt endaligt úrslit í A bólkinum.
Ta_ vóru nøkur sera troytt ró_rarfólk, sum tørna_u inn á hotellinum hetta leygarkvøld. Tey høvdu ró_ 5. 000 metrar kapp tilsamans hvør henda dagin, og ta_ er púra óvanligt. So ta_ var onki at siga til at fólk vóru nokk so moyr.
Sunnumorgunin var so byrja_ at rógva hjá kvinnunum klokkan hálvgum ellivu. Og ikki gekk so væl hjá kvinnunum heldur hesufer_. Vit lógu á einum fjór_a og fimta plássi longi, men at enda komu vit so miki_ væl aftur, at vit rættiliga blanda_u okkum upp í kappingina um at vinna B bólkin. Tríggir bátar komu so at siga stavn um stavn inn um málstrikuna. Og fólk søgdu aftaná, at hesin ró_urin hev_i veri_ tann mest spennandi hjá kvinnunum. Men tá úrsliti_ kom, var greitt, at vit blivu nummar tr_, og náddu sostatt ikki at flyta upp í A bólkin.
Hjá monnunum gekk ta_ eitt sindur betri henda dagin, men teir náddu kortini heldur ikki at flyta upp í B bólkin. Hesufer_ blivu teir nummar tr_. Teir lógu væl fyri í ró_rinum og kappa_ust alla tí_ina vi_ teir fremstu bátarnar, men enda_u sum sagt á tri_ja plássinum, so nú ráddi um hjá teimum at fáa eina so gó_a endaliga plasering í C bólkinum sum gjørligt.
Seinnapartin klokkan eitt korter til tr_ fór so tann endaliga finalan hjá kvinnunum í gongd. Og her hendi naka_ ke_iligt, sum fekk panikk í. Vit fingu ikki fatur á boyuni í tí fasta startinum. Vit gjørdu vart vi_ hetta til dómarabátin vi_ at rætta hondina upp, men hann koyrdi kortini flaggi_ upp, og so var bara at fáa bátin at liggja beinan, á_renn flaggi_ fór ni_ur aftur. Og ta_ gekk bara ein lítil løta, so fór flaggi_ ni_ur. Vit vóru slettis ikki frammarlaga í ró_rinum í fyrstuni, men byrja_i at koma okkum so vi_ og vi_. Vit enda_u nummar tvey. Aftan á ró_urin søgdu allar, at ta_ var í berum illsinni, at vit komu aftur, tí at kreftir vóru ongar eftir teir seinastu fimm hundra_ metrarnar.
Menninir enda_u sum nummar tr_ í C bólkinum. Samanlagt eitt 27. pláss av 81 bátum.
Vit høvdu ein bát, sum stima_i vi_ okkum, so at vit fingu høvi til at síggja ró_rarnar. Og ein av monnunum, sum var vi_, seg_i vi_ okkum, at vit skuldu bara vera gla_ar fyri anna_ plássi_, tí um vit vunnu B bólkin, so høvdu vit heilt sikkurt ver_i_ diskvalifisera_ar, orsaka_ av, at vit ikki høvdu fatur í startboyuni. Men av tí at vit ikki vunnu, so sluppu vit vi_ skrekkinum. Ein heldur løgin hugbur_ur eftir okkara meining.
Men sum ein av teim lokalu har um lei_ir seg_i: ? This is Scilly ? anything can happen?.
Harbourside Hotel
Eftir ró_rarnar sunnudagin bjó_a_i høvu_sstu_ulin ein bita á hotellinum, sum vit bú_u á.
Vit bú_u á Harbourside Hotel, sum stutt sagt liggur á keiini á St. Mary´s. Har vóru, umframt føroyingarnar, umbo_ fyri The Faroese Partnership og onnur, sum hava tilkn_ti til oljufeløgini a_rasta_nis frá. Maturin var avbera gó_ur og folk hugna_u sær óført. Tá fólk høvdu fingi_ sær omaná, slógu vit ring og dansa_u føroyskan dans, me_an Burtur á hei_i og Veturin kom vi_ kulda og kava, runga_u inni í matstovuni á hotellinum.
Annars er at siga um hotelli_, sum vit bú_u á, at vit bú_u einastandandi væl. Vit høvdu alt hotelli_ fyri okkum sjálvi og starvsfólkini vóru framúr blí_ og fryntlig. Tey hjálptu okkum nógv og vóru altí_ til rei_ar at svara, um vit høvdu onkran spurning.
Um ve_ri_ er at siga, at ta_ var sól allar dagarnar. Onkran dagin var loti_ kalt, men eitt er heilt vist, og ta_ er, at nógvar føroyskar nasar blivu sólbrendar hesa vikuna, me_an vit vóru á Scilly.
Heimfer_in
Mánadagin 06.05.02 klokkan hálvgum fimm seinnapartin sigldi ferjan, The Scillonian okkum aftur inn á fastlandi_. Og nú byrja_i drúgva heimfer_in. Men hon gekk bara heilt væl, og t_sdagin stó_u vit øll aftur í øllum gó_um á føroyskari jør_. Gla_ og væl nøgd, men so avbera troytt, vi_ minnum fyri lívi_ í varveitslu. Í Kollfjaradali var_ takka_ fyri ein gó_an túr og so skiltust lei_irnar hjá manningunum, sum á Scilly vóru sum eitt umbo_andi Føroyar, men sum nú í summar fara at berjast í hvør sínum felagi_ fyri at endurvinna Føroyameistaraheitini frá 2001.