William málningur til børn í fátækaváða

Ein gevari í Havn hevur latið hendan málningin eftir William Heinesen til átakið »Meðan vit bíða« – at savna saman pengar til at hjálpa børnum í fátækaváða.

Ein gevari í Havn hevur latið hendan málningin eftir William Heinesen til átakið »Meðan vit bíða« – at savna saman pengar til at hjálpa børnum í fátækaváða.

 

Tað er Miðlahúsið, sum saman við Í menniskjum góður tokki, sum skipar fyri tiltakinum.

 

Málningurin, sum William Heinesen málaði í 1962, hevur heitð »Várdagur«. Hann er við hesum lýstur til sølu.

 

Málningurin er til søddar 84X64 cm + rammu, og hann varð í fjør virðismettur til kr 30.000 av Bruun Rasussen Kunstauktioner.

 

Tann, ið hevur hægsta boð yvir virðismetingina ognast málningin.

 

Allur peningurin, ið fæst fyri málningin, verður latin óskerdur til átakið, sum stuðlar børnum í fátækaváða, »Meðan vit bíða«.

 

Tann, ið vil bjóða upp á málningin, kann lata eitt boð á teldupostadressuna wh@sos.fo ella ringja til Sosialin á telefon 341800.