Fyri níggju døgum síðani fór ein av heimsins størstu boripallum, West Hercules, úr Føroyum við kós ímóti New Foundlandi.
Pallurin siglir sjálvur, og sambært Jan Oscar Larsen, skipara, so eru teir komnir hálvan veg.
Havnarmeistarin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, endurgevur hann fyri at skriva soleiðis:
»West Hercules voyage update: Finally after 9 days at sea, we are half way to Newfoundland, Canada. 901 nautical miles done, 901 more to go. Keeping good speed at the moment, 6-7 knots«
Eftir at hava siglt í níggju dagar, eru vit komnir hálvan veg til New Foundland, Canada. Hava siglt 901 sjómíl, hava 901 sjómíl eftir. Hava góða ferð í løtuni, 6-7 míl.









