West Hercules eystan fyri Sandoynna

Veður og vindur eru til vildar, og tí er stóri boripallurin væntandi á Skálafjørðin seinnapartin ella tíðliga í kvøld

Veður og vindur eru til vildar, og tí er stóri boripallurin væntandi á Skálafjørðin seinnapartin ella tíðliga í kvøld.

 

Boripallurin fór at sigla av Súla/Stelkur feltinum mándagin, og hann er í løtuni staddur eystan fyri Sandoynna. West Hercules var upprunaliga væntandi á Skálafjørðin í morgin, men veður og vindur eru sum skilst til vildar.

 

Fyri framman stendur stórt umvælingararbeiði, ið væntandi kemur at taka umleið fýra vikur. Høvuðsuppgávan er at skifta tvær síðuskrúvur, men eisini er talan um annað umvælingararbeiði. Sambært oljan.fo verða millum 100 og 200 fólk, bæði føroyingar og útlendingar, til arbeiðis umborð á West Hercules.

 

Oljan.fo skrivar, at 24 norskir kavarar eru komnir til Føroya fyri at standa fyri arbeiðinum at skifta út síðuskrúvurnar. Eisini tríggir føroyskir kavarar verða við til hesa specialuppgávuna.

 

Fleiri føroyskar fyritøkur hava fingið arbeiðið og uppgávur av ymsum slag í samband við West Hercules.

 

Sum skilst verður West Hercules á Skálafjørðinum seint seinnapartin ella tíðliga í kvøld. Pallurin verður liggjandi í umleið fýra vikur, áðrenn kósin verður sett móti Nýfoundlandi.