Wenningsted: Løbner royndi við falsan at strika seg sum pápi

Henda Miðvikan er eitt framhald av seinasta parti av í røðini, Hendur ið sleptu, sum var um Winther og Venningsted ættirnar

Emilius Løbner er skrivaður at vera pápi Jens Wenningsted, f. 1807. Honum hevur dámað væl konufólk, tí hann stendur eisini at vera pápi ein deyðføddan drong í 1802, mamman at barninum kallaðist Berck­vid.
Løbner royndi, tað hann kundi, at nokta fyri faðirskapinum at Jensi. Kirkjubókin í Havn greiðir so­leiðis frá:
Tann 9. mai varð doypt eitt óekt­að dreingjabarn úr Havn, sum fekk navnið Jens. Mamman var Krestine Venigsted, “udlagt til Barnefader Kapi­tain og Kommandant Løbner.”
Gummur vóru Anna Sophia Thoma­sdatter og Armgaardt Eg­holm. Gubbar vóru Skipar Han­sen, Jacob Nolsøe og John Saxen. Jarðamóðirin Susanne Johannesen boðaði frá føðingini. Undan dóp­inum “mødte Notarius med Pro­test fra Kaptain Løbner, ..at hans Navn ei maatte anføres.. Jeg (prest­ur) svarede, at Navnet var til­ført Ministerialbogrn og kunde ei ud­slettes, men Protesten skulle blive anmeldt.”
Hetta var ikki nóg mikið fyri Løbner. Í vaksinatiónsprotokollini frá 1815 er Løbner eisini skrivaður at vera pápi Jens. Hesa protokol hevði Løbner eftirlit við. Men tað sæst, at her hevur verið roynt at strika Løbnernavnið út við blekki. Men illa er strikað, tí navnið sæst týðiliga gjøgnum blekkklattin.

Arbeiddi í Klaksvík
Jens kom kortini væl undan. Tað finst fitt av tilfari um Jens Wenn­ing­sted í dagbókini hjá Christoffer Michael Olsen, sum arbeiddi hjá kongaliga handlinum um miðjan av 19. øld. Tey fyrstu árini var tað í Klaksvík, og tá arbeiddi Jens eisini har. Teir vóru báðir komnir hagar í 1840 saman við Johan Mortensen, sum var leiðari á handlinum. Tað var hann, sum seinni byrjaði Mort­ensenfyritøkuna í Suðuroy.
Næstur Johan var Jens, og C.M. Olsen var næstur Jens.
Uppgávurnar vóru sera ymiskar, og skal verða trivið í okkurt.

1842
19. apríl var várting, og her løgdu teir tríggir leiðararnir í handlinum eið í samband við eitt mál, sum viðvíkti Hans David Matras, lærara á Við­ar­eiði. Hann hevði klagað um, at einki pappír var at fáa í handlinum í Klaks­vík, men vørubøkurnar søgdu tað mót­satta.
22. apríl, Dýra biðidag, var altar­gangur í kirkjuni. Prestur var Fisch­er. Wenningsted og konan vóru til altars.
2. juni fór Wenningsted til Havn­ar saman við konuni, hann var sjúk­ur.
13. juli kemur skonnartin Hec­tor til Klaksvíkar. “Skrædder Wenn­ingsted (2. Betjent) kom med ham med Familien. Han lever omtrent det samme, som da han rejste. Han er frisk i alle Maader, undtagen, at han ikke kan tale højt. Han har været 41 Dage i Thorshavn.”
31. juli skrivar C.M. Olsen, at Ma­dam Wenningsted hevði seymað honum tvær “ravndugskjorter”. Til hesar hevði hann keypt 25 alin av klæði.
2. desember er Wenningsted komin aftur úr Havn. Hann hevði verið burtur í 10 dagar, tí veðrið var so ringt.

1843
C.M. Olsen búði hjá faktorinum Mortensen. Men í apríl gerast teir óklárir. Hetta endar við, at hann flytir til Wenningsted at búgva. Vistar­haldið kostar 1 mark um dagin.
Tann 4. mai hevur Wenningsted 36 ára føðingardag. “Vi blev trak­terede med Sneboller og Kaffe.”
11. juni fór Wenningsted til Hval­víkar. Dómarin Tillish “skal optegne Jorderne.”
14. juli “begyndte jeg at læse og skrive med Armgarð og Maria Wen­ningstedt”. Hann skuldi læra hesar døtur Jens at lesa.
26. august “beskyldte Heine Ja­cobsen, Lervig, Wenningsted for at have taget 3 Kander Tran for meget fra sig”. Og tann 2. september fer Wenningsted til Havnar.
10. oktober er Wenningsted so sjúkur, at hann má fáa vitjan av lækna.

1844
30. apríl fara Wenningsted og konan til Havnar, og tann 10. mai koma tey aftur.
Men 21. mai flytur hann við húski til Havnar med alla. Hann er so sjúkligur, at hann ikki klárar arbeiðið.

Virkin í Havn
Nú frættist einki aftur frá Wenn­ingsted fyrr enn í 1847. Tann 29. apríl fer hann til Danmarkar, har hann skal læra at bryggja. Hann kom aftur við Havfruen 3. august.
At viðurskiftini hava verið góð millum teir báðar sæst av, at 27. mao 1849, 1. Hvítusunnudag, var Christoffur Michael gubbi hjá soni Jens, Niels Christoffer.
Nú frættist einki aftur fyrr enn í 1850. Nú tykist Wenninsted at hava tikið upp ein nýggjan tátt. Tann 24. Februar skrivar C.M.Olsen, at hann “bliver aareladt. Jeg betalte 2 mark derfor til skrædder Wenningsted. Jeg er to gange aareladt før. Det er paa Grund af, at blodet stemmer for meget til Benene, da min Stilling som Krambodbetjent altid er at staae og gaae.”
Wenningsted rør eisini út. Men nógv er ikki komið burtur úr. Eina ferð fær hann ein kalva, og eina aðru ferð “6 smaa Fisk”. Í 1851 er hann skrásettur fyri “4 Smaafisk” og ein aðra ferð “5 stk”.
Hann hevur eisini verið virk­in á øðrum økjum. 21. janu­ar 1851 var fundur í “Maade­holden­heds­for­en­ingen”, har Wenningsted hevur verið formaður. Men á hes­um fundi legði hann frá sær. Jacob Kjelnæs tók við. Mátahaldsfráhaldsfeløg hava verið byrjanin til frá­halds­rørls­una, men tey blivu ikki lang­lívað.
Framvegis er hann skraddari. 25 mars 1851 “forandrede Wenn­ings­ted Opslaget paa min brune fine Frakke. Jeg tænkte, det kunde omtrent koste 2 m. Det skulde gaa ind i hans Gæld til mig, der er 5 rd.
Wenningsted hevur dugað ann­að enn tað. 18. Juli 1851 “skar Skrædd­er Wenn­ingsted en Væxt af Pand­en paa mit Hoppeføl, som det var født med.”
Tann 23. juni 1852 “har Wenn­ingsted betalt sin Gæld til mig, 4 rd.”

1853
3.2: I gaar var der paa min An­­mod­­ning Forsamling i Thors­havns skole, hvorved flere Famile­fædre komme overens om at bespise fattige Børn, saa at intet trygleri maatte finde Sted. Der blev valgt en Bestyrelse: Lützen, Wenningsted, Gregersen og jeg.
Tríggjar dagar seinni, tann 6, verður sagt: “Fastelavent Søndag ere 25 Børn saaledes begyndt at faa deres Kost”.
Sama dag verður sagt:
Var Forsamling i Maadeholds­for­eningen. Lützen blev valgt til Formand, Wenningsted, Müller, syssel­mand og jeg blev valgte til Med­bestyrere. Reglerne bleve noget forandrede, og nogle Medlemmer bleve ved Stemme­flertal udslætt­ede.
31.3. Nú vóru tveir mánaðir síðani, at umrødda felag var stovnað. Hetta var ætlaða roynd­artíðin. Men tað hevði víst seg, at biddaríið var ikki hildið uppat kortini. Tískil varð samtykt at avtaka felagið aftur. Men hesir menn koma so í søguna fyri teirra sosiala sinnalag.

1853
6. mai varð valnevnd vald. Prestur, Lützen og Wenningsted vórðu valdir.

1854
22. juni “blev Wenningsted valgt til lagtingsmand i stedet for (sýslu­mannin) Müller”.
Wenningsted sat bert á tingi í 2 ár. Tá er H.C. Müller komin aftur.

1856
17.2. Maadeholdsforening. Jeg og Wenningsted skulde udgaa som Bestyrere, men blev valgt igen.