Wenger var í øðini

Tað stóð einki til hjá Arsenal í hálvleikinum av dystinum ímóti Liverpool í gjár. Liverpool var nógv tað betra liðið í fryra hálvleiki og var á odda 1-0. Men i seinna hálvleiki vendist dysturin. Arsenal skoraði tvey mál, og avrikið var munandi betri. Liðformaðurin hjá Arsenal sigur við Sky Sports, at venjarin Arsene Wenger var í øðini í hálvleikinum. - Hann rópti eftir okkum sum ongantíð áður. Hann segði, at vit vóru ikki verdir at vera í einari Arsenal-troyggju, sum vit spældu, segði Fabrgas.