Wenger hugsar um meistaraheitið

Hóast úrslitini ikki hava verið tey bestu seinastu vikurnar, hugsar venjarin hjá Arsenal framvegis um at vinna enska meistaraheitið í ár. - Vit skulu halda fokus og royna at vinna okkara næstu dystir. Vit skulu bara hugsa, at við næsta dysti kunnu vit minka um munin til liðini frammanfyri okkum, sigur Arsene Wenger. Arsenal er í løtuni nummar 5 í Premier League.