Hóast árið enn er ungt, so hevur Arsenal-venjarin, Arsene Wenger, longu nú boðað frá, at Arsenal ikki verður við í gullstríðnum. Hetta segði venjarin, eftir at Arsenal hevði tapt 3-1 móti Bolton leygardagin. – Vit hava eina rúgvu av kvaliteti í liðnum, men munurin upp til oddin er longu somikið stórur, at tað verður seraa trupult at vinna seg framaftur. Arsenal er í løtuni 12 stig aftan fyri Manchester United, sum er ovast á stigatalvuni í Premier League.










