Wenger: Bendtner tingast við annað felag

Tað hevur ljóðað í seinastuni, at danski landsliðsspælarin Niclas Bendtner er á veg úr Arsenal til annað felag, og kjakið fekk av álvara bein at ganga á, nú Arsenal fór til Asia á venjingarlegu uttan at taka danska álopsleikaran við.

 

Nú váttar Arsenal-venjarin, Arséne Wenger, at bæði Niclas Bendtner og málverjin Manuel Almunia tingast við aðrar arbeiðsgevarar. Tað sigur hann við Sky, men hann vil tó ikki siga, hvørji feløg talan er um.

 

Wenger váttar eisini, at Arsenal hevur longu útvegað sær álopsleikara fyri Bendtner. Talan er um Gervinho, sum hevur spælt við franska felagnum Lille síðani 2009. Gervinho er ættaður úr Fílabeinsstrondini og hevur spælt við landsliðnum har.