John Johannessen
Meldingarnar úr landsstýrinum í sambandi við, at Paul Watson í gjár kom til Føroya eru, at landsstýrið einki annað kann gera, enn at upplýsa um grindadráp.Restin er danskt málsøki.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, sigur hetta vera prógv um, hvussu lítið ræði føroyingar í veruleikanum hava í Føroyum.
Fer Paul Watson at nýta harðskap í sini herðferð í Føroyum, hevur landsstýrið, sambært Høgna Hoydal, onga ábyrgd og einki vald á økinum. Tað er harafturímóti danska løgreglan og danska sjóverjan í Føroym, ið skulu taka sær av málinum.
Tað eru eisini danir, ið endaliga gera av, um Paul Watson yvirhøvur skal sleppa í land í Føroyum.
Vístur av landinum
Beint áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár bar Rás 2 tíðindini um, at Paul Watson frá løgregluni hevði fingið boð um at fara úr Føroyum.
Hetta varð gjørt við grundarlagi í einum norðurlendskum sáttmála, ið sigur, at um ein persónur er útvístur í einur Norðurlandi, kann eitt annað Norðurland útihýsa honum við grundarlagi í hesum.
Paul Watson er nevniliga útihýstur úr Íslandi, og ger hetta, at hann eisini kann burturvísast úr Føroyum.
Tíverri bar ikki til hjá Sosialinum at fáa viðmerkingar frá myndugleikunum um hesi tíðindi, áðrenn blaðið fór til prentingar. Úr Tinganesi fingu vit at vita, at málið hoyrdi undir donsku løgregluni í Føroyum, og tí áttu vit at venda okkum til løgregluna.
Men løgreglan vildi einki siga um málið.
Landsstýrið hevur rætt
Árni Olafsson úr danska uttanríkisráðnum váttar, at landsstýrið onga ávirkan hevur á, um Paul Watson kann sleppa inn um Føroyska tollmarkið, ið er tríggjar fjóðringar. Hetta er nakað, ið løgreglan, sjóverjan og í seinasta enda løgmálaráðið gera av.