Watson: Betur at spæla fótbólt enn at drepa delfinir

Paul Watson royndi at gera sær dælt av landsdystinum í Skotlandi

Tá ið Føroyar og Skotland í gjárkvøldið spældu fótbóltslandsdyst í Glasgow, royndi Sea Shepherd leiðarin Paul Watson at brúka høvið til at gera vart við seg.

Undir dystinum legði hann ein post út á facebook vangan, har hann tvinnaði Føroyar og delfindráp saman við fótbóltslandsdystin á Hampden Park.

– Okkara boð til øll, sum hyggja eftir #SCOFAR (Skotland-Føroyar, red.): Tað er betur at spæla fótbólt enn at drepa delfinir. Um tú ert samd, deil so hendan post, skrivar Paul Watson saman við mynd av einum deyðum hvítskjórutum springara.

Posturin hevur fleiri sonevnd hashtag fyri at røkka út til fleiri fólk, og fleiri enn 200 fólk hava deilt postin.

Sea Shepherd felgasskapurin hevur boðað frá, at tey fara at gera átak í Føroyum í summar. Tað er herferð, tey rópa »Operation Bloody Fjords«, og endamálið er at senda tekstir, myndir og video út frá grindadrápi í Føroyum, so at miðlar kring heimin og mótmælisfólk kunnu brúka tilfarið.

Her sæst posturin, sum Watson legði út í sambandi við landsdystin í gjárkvøldið:

##med2##