Wall Street endaði við hækking

Ein baldrut vika á amerikanska partabrævamarknaðinum endaði í kvøld við einari lítlari hækking. Dow Jones-vísitalið hækkaði 1,1 prosent, og sostatt er vísitalið hækkað tveir dagar á rað, eftir at tað fall nógv, tá Standard & Poor's setti amerikanska kreditvirðið niður.

Í dag vórðu níggju milliardir partabrøv seld og keypt á marknaðinum í Wall Street. Tað er munandi minni enn tað dagliga meðaltalið, sum er 16 milliardir, skrivar Reuters.

-Hetta er eitt týðiligt tekin um, at fólk hava fingið eina betri mynd av, hvussu marknaðurin er, sigur Ken Polcari, stjóri í ICAP Equities i New York, við tíðindastovuna.