Øvugta meining um kravið av Tvøroyri

Løgfrøðingar hjá landsstýrinum hava akkurát beint øvugta meining um, antin Smyril skal betala havnargjald ella ikki og higartil hevur landsstýrið lurta eftir tí, sum sigur nei

Løgfrøðingar eru alt annað enn samdir í, um Tvøroyrar Kommuna hevur rætt til at betala havnargjald fyri Smyril, tá ið hann siglur inn ella út eftir Trongisvágsfirði, soleiðis sum vit greiða frá í hinari greinini her á síðuni.

Løgfrøðingarnir hava enntá beint øvugta meining um málið, tí onkur heldur, at Smyril skal ikki betala havnargjald, men aðrir siga, at ongin ivi er um, at Smyril skal betala.

Tað er Vinnumálaráðið, sum umsitur Strandferðsluna, men innlendismálaráðið umsitur føroysku havnirnar.

Og hesi bæði ráðini hava hvør sær roynt at fáa greiði á, um Smyril skal betala havnargjald á Trongisvágsfirði ella ikki.

Og tey koma til beint øvugta niðurstøðu.

Løgfrøðingur, sum vinnumálaráðið hevur spurt, sigur, at Smyril skal ikki betala Havnargjald, men løgfrøðingur, sum innlendismálaráðið hevur spurt, sigur, at sjálvandi skal Smyril Betala havnargjald

Men sum tað sæst í greinini omanfyri, hevur landsstýrið higartil bara lurtað eftir løgfrøðinginum, sum sigur nei.


Landið bæði vald og gjald

Vinnumálaráðið vísir til, at tað er landið, sum hevur bygt samferðsluhavnina á Krambatanga og sum skal halda hana.

Ráðið staðfestir, at tá ið havnin á Krambatanga varð gjørd, varð upplýst í viðmerkingunum til lógina, at talan er um eina landshavn. Upplýst varð eisini, at hetta fór at hava fíggjarligar avleiðingar fyri Tvøroyrar Kommunu, tí hon missir havnargjaldið við tað, at siglingin á kommunalu havnina á Drelnesi verður niðurløgd.

Sostatt kann landið ikki rinda havnargjald fyri Smyril, fyrrenn Løgtingið hevur samtykt eina nýggja lóg um hetta.


Blanda tvey hugtøk saman

Men hesum er ein løfrøðingur, sum innlendismálaráðið hevur spurt, alt annað enn samdur í.

Hann staðfestir, at Tvøroyrar Kommuna hevur fullan rætt til at krevja øll gjøld, sum hoyra havnum til, sama hvør eigur samferðsluhavnina á Krambatanga.

Hann kallar tað beinleiðis eitt løgfrøðiligt skammlop, tá ið ognarviðurskiftini á Krambatanga og rætturin til at krevja havnargjald, verða tengd saman, tí ognarviðurskiftini til bryggjukantin og havnargjaldið eru hvør sítt.

Hann vísir eisini til, at Strandferðslan betalir havnargjald til Tórshavnar Kommunu og landið hevur annars goldið sín part av næstan øllum havnum í landinum.

Fyri at allar havnir tí skulu vera javntsettar, eigur Strandferðslan at betala havnargjald allastaðni, har hon siglur.

Løgfrøðingurin sigur, at havnargjald eru ásett fyri at gera kommunurnar førar fyri at byggja og reka havnaøkið og fyri at gera tær førar fyri at halda eitt ávíst støði, tá ið skip skuku avgreiðast, eisini á trygdarøkinum.

Tað eru eisini kommunurnar, sum, í fyrsta umfari, bera allan vandan, tá ið vanlukkur og skaðar henda og upptakið av tí kann mangan vera ótespuligt og kostnaðarmikið.