Sum einasti flokkur á tingi hevur Tjóvðeldisflokkurin frávalt rotinskapin og valdi í staðin at stevna móti lóg og landaskili.
Hetta stig varð tikið í skrivligari fráboðan til løgmann, har sagt varð frá, at vit ikki longur høvdu álit á honum, men fegin vildu halda fram í eini umskipaðari samgongu.
Hóast valskeiðið av hesum orsøkum fekk ein bráðan enda, er politiski setningur okkara komin áleiðis.
Fyrst og fremst løgdu vit valskrá floksins sum grundarlag undir einari víðari menning av sjálvstýrishugsjónini og teimum málum, sum vóru sett út í kortið.
Vit vistu, at samgongugrundarlagið hesuferð var meiri vøkkult, og vit vistu, at sambandskreftirnar í samgonguni vóru styrktar, men kortini hildu vit í tjóðveldisflokkinum, at vert var at royna eitt skeið afturat heldur enn at sita uttanfyri og eygleiða afturstig á sjálvstýrisleið.
Sum øll vita, so bar ikki á mál, og standa vit nú samgonguleysir uttan politiska ávirkan, men fúsir til at leggja á annan bógv, og stríðast fyri okkara áhugamálum, og royna nýggjar møguleikar.
Vit, sum seinastu árini hava sitið í samgongu, vita, at har er bæði stórt og smátt, søtt og herskið - nakað skolar uttanav aftur, meðan annað fer inn undir húðina.
Men tað er so avleiðingin av at samstarva við aðrar flokkar, sum tú ert hugsjónarliga ósamdur við.
At missa eina sjálvstýris- ella fullveldissamgongu av hondum kemur at elva til alment orðaskifti eitt ættarlið fram, ella bæði tvey. Hvør sleit hesa samgongu, hví slitnaði hon, og hvørjar royndir vóru nú gjørdar fyri at bjarga henni?
Tað er høgt til loft og vítt til veggja í Tjóðveldisflokkinum, og í Tjóðveldisflokkinum er skilnaður úr vinstra út í høgra borð.
Fullveldishugsjónin sjóðar okkum kortini saman, og tí var tað av alstórum og avgerandi týdningi at telva rætt, nú hendan seinasta kreppan tók seg upp - um vit annars skuldu standa saman um flokkin.
Umráðandi var, at vit ikki sópaðu talvborðið saman og lupu á dyr, men tvørturímóti tryggjaðu okkum, at trúvirðið floksins var intakt.
Vit royndu tí at troyta allar gongdar leiðir fyri at bjarga flokkinum politiska ávirkan frameftir og soleiðis eisini aftan á eitt møguligt løgtingsval.
Vit í Tjóðveldisflokkinum valdu ikki at spæla fríspæl ella at kvetta á stokkinum..
Vit umhugsaðu støðuna væl og virðiliga og komu eftir, at rættast var at siga løgmanni frá, at vit ikki høvdu álit á honum longur.
Harafturat søgdu vit frá, at vit vóru fús at halda fram í einari umskipaðari samgongu saman við Fólkaflokkinum.
Aftursvar Fólkafloksins var klokkuklárt. Fólkaflokkurin, sum hevði drigið fortíð Anfinns inn á politiska pallin, valdi Anfinn framum samgonguna og sjálvstýrisstrevið.
Sostatt sleit tjóðveldisflokkuin ikki samgonguna, - tað gjørdi Fólkaflokkurin einsamallur.
Fólkaflokkurin sleit samgonguna upp á eitt persónsmál, og legði vertin í framtíð Føroya fólks.
Harafturat valdi Fólkaflokkurin at útskriva val og forðaði soleiðis øðrum parlamentariskum møguleikum í at taka seg upp.
Síðani løgtingsvalið í 2002 er eingin annar flokkur á tingi sloppin at royna seg í samráðingum um skipan av stjórn.
Fólkaflokkurin hevur ligið á hesum møguleika og við at skipa seg við Edmundi Joensen í formansstólinum, hava teir saman við honum syrgt fyri, at Lisbeth Petersen ongantíð slapp at royna seg í eini formansrundu.
Persónsmál stýra soleiðis føroyskum politikki í nógv størri mun, enn nakar gevur sær far um.
Hóast ein greiðan meiriluta á tingi aftanfyri seg, so valdi Fólkaflokkurin at sleppa takinum í nútíðini, og harvið hvarv alt sjálvstýrisstrev úr eygsjón í hesum umfari.
Hvussu langur Fólkaflokshalin verður tann 20. januar, vita vit ikki, men teir siga høvdið fara at verða tað sama.
Hetta kann so bara merkja, at Fólkaflokkurin soleiðis háttaður ætlar sær at trygda aðrar størri flokkar niður í sama pjøka, har viljaleysu smáflokkarnir liggja frammanundan.
Hvørja lagnu hesin vraklutur fær, fáa vit so at síggja aftaná, at veljarin hevur talað.