Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum. Tveir bilar, sum koyrdu hvør sín veg, stoyttu saman.
Løgreglan sigur, at óhappið hendi tá ið annar bilurin kom yvirum hindrunarstrikuna, sum býtir vegin sundur í tvær breytir. Ein bilur kom ímóti, men bilførarin fekk snara til viks í evstu løtu so hin bilurin rendi í síðuna á honum. Av tí sama var tunnilin latin aftur eina góða løtu til alt var tikið upp aftur, og bilarnir, sum fingu stóran skaða, vóru fluttir burtur. Av trygdarávum varð eitt fólk flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men har var eingin skaði hendur.
Høvdu bilarnir rent beint á hvønn annan, kundi søgan skjótt verið ein onnur, sigur løgreglan. Enn vita tey ikki hví, annar bilførarin fór yvirum hindrunarstrikuna, men tað er ólógligt og tað er bilførarin skuldsettur fyri. Tá ið tað elvir til skaða, kostar tað minst eitt klipp í koyrikortið og eina bót upp á 1.500 krónur.