Vónbrot, at so fáar kvinnur vórðu valdar

? Tá ið tíðirnar eru ringar kunnu kvinnur brúkast til at rudda upp og vaska, men ikki í tíðum, tá ið tað gongur væl. Samfelagið hevði verið nógv øðrvísi um fleiri kvinnur vóru á tingi. Málini høvdu verið raðfest á heilt annan máta ? fyri ikki at tosa um pengarnir, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn í viðmerking til, at so fáar kvinnur vórðu valdar inn á ting hesa ferð.

Rákið alla aðra staðni og serliga í Norðurlondum er, at fleiri og fleiri kvinnur verða valdar á ting. Hóast nógv fleiri mannfólk vórðu uppstillað til Fólkatingsvalið í Danmark herfyri, varð fimta hvør uppstillað kvinna vald, meðan áttandi hvør maður varð valdur. Hetta rákið letur ikki til at hava nomið við Føroyar, tí bert fýra kvinnur sita nú á løgtingi.

? Tað er eitt stórt vónbrot, at fleiri kvinnur ikki vórðu valdar. Eg havi ringt við at skilja, hví tað er so. Vit eru afturút á nógvum økjum, men gongur tað við hesi ferðini, er ikki stór vón fyri framman. Eg hevði vónað, at kvinnur komu longri fram og at tær hugsaðu meiri kvinnuligt. Kvinnur mugu taka seg saman. Kanska hongur tað saman við tí, at eitt land sum er so lítið sjálvbjargið sum okkara, at kvinnur av tí sama eru so lítið sjálvbjargnar, sigur Inga Ellingsgaard.

? Eg dugi ikki at síggja, at evnini, sum hava verið frammi í valstríðnum, hava verið ein forðing fyri, at fleiri kvinnur vórðu valdar. Tær hava verið við, men tær eru nógv færri enn menninir. Og tað eru altíð menninir, sum verða fokuseraðir. At tosa um størri sjálvræði forðar ikki kvinnum at vera við. Vit hava líka góðar fyritreytir at tosa um tað sum um alt annað. Vit skulu bara halda okkum framat. Tað hevur eisini nakað at gera við, at politikkur og alt í samfelagnum er tengt at nøkrum viðurskiftum, sum er gjørd av monnum. Uttan mun til, hvar tú fert, so hava menninir sett treytirnar. Og tað er kanska ikki tær treytirnar sum tiltala kvinnur.

Skulu kvinnur so ikki bara fylgja við og gera líka sum menn?

? Nei, avgjørt ikki. Skulu vit hava eitt betri samfelag skulu vit skapa okkara egna fyritreytir, og tí hevði eg vónað, at fleiri kvinnur komu inn. Tað er trupult at broyta nakað, um kvinnurnar eru so fáar. Tær bjóða seg fram í øllum flokkum og tí er tað umráðandi hjá kvinnum at velja kvinnur.


Vantandi álit

Valúrslitið vísir, at kvinnur velja menn. Hava kvinnur ikki álit á kvinnum?

? Tað dugi eg ikki at siga, men tað havi eg so avgjørt. Nakrar hava klárað seg væl í valstríðnum, ikki allar, tí so hevði úrslitið verið øðrvísi, sigur Inga Ellingsgaard.

Til seinasta løgtingsval heitti Kvinnusamfylkingin á allar kvinnur í Føroyum um at velja kvinnur.

? Valtølini eftir løgtingsvalið í 1994 vístu, at kvinnur fingu væl fleiri atkvøður enn til undanfarna val. Sjálvstýriskvinnurnar loftaðu beinanvegin teirri áheitanini og komu út við einum blaði. Tað hjálpti væl, men hesa ferð var ikki semja um at gera eitt slíkt tiltak tvørpolitiskt. Myndin hevði ivaleyst sæð øðrvísi út. Vit síggja, hvussu Jóannes Eidesgaard er borin fram í sínum flokki og tað er at gera mismun at taka eitt valevni so nógv fram. Ein flokkur nýtist ikki at missa nakað um eitt konufólk verður tikið meiri fram.

? Kvinnur mugu verða meiri tilvitaður um tað, at tær eru kvinnur og at tær eiga at stuðla kvinnum. Vil man hava broytingar mugu fleiri kvinnur koma til og eg trúgvi, at vit fingu eitt nógv betri samfelag um so var.

? Vit skulu gleðast um tær sum eru komnar inn og kanska stendur onkur kvinna so frammalaga, at hon kemur inn í landsstýrið, sum nú verður skipað.

? Hvussu tað politiska arbeiðið verður skipað í teim ymsu flokkunum veit eg ikki. Men tað sýnist sum man roynir at pynta vallistan upp undir val við kvinnum. Flokkarnir kundu tilvitað arbeitt miðvísari við, at fingið fleiri kvinnur við. Tað er mikið heppið við nógvum kvinnum í ringum tíðum, tí tá kunnu tær brúkast til at rudda upp og vaska, men ikki í tíðum, tá ið tað gongur væl. Samfelagið hevði verið nógv øðrvísi um nógv fleiri kvinnur vóru í tinginum. Málini høvdu verið raðfest á heilt annan máta fyri ikki at tosa um pengarnar, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn.