Vitjan av 60 hollendskum motorsúkklum

Hollendsk motorsúkklufólk ynskja at møta føroyskum motorsúkklueigarum í Havn.

Mánadagin kom eitt ferðalag við 60 motorsúkklum úr Hollandi við Norrönu til Føroyar. Talan er um limir í hollendska motorsúkklufelagsskapinum ANW-Promouters. Í fjør var eitt ferðalag úr sama felagsskapi og vitjaði við 90 motorsúkklum.

Motorsúkklufólkini hava koyrt kring landið og hava m.a. verið á Viðareiði í dag. Hollendsku motorsúkklufólkini hava eitt ynski um at møta so nógvum motorsúkklueigarum sum gjørligt, meðan tey eru her. Í hesum sambandi bjóða tey øllum motorsúkklueigarum at møta á Hotel Føroyum mikukvøldið kl 19. Klokkan 19.30 verður koyrt til Syðradals og Kirkjubøar og síðan til Havnar, har øll møtast á Hvonn í Vágsbotni.