Vitjaði føroyskan bátasmið

Grace, sum báturin hjá Patrick Reilly eitur, sær ikki út av nógvum, millum nakrar av hinum fremmandu seglbátunum í Vágsbotni. Akkurát tí eru tey kanska fleiri, sum eru steðgaði á og hava forvitnast til henda fitta bát.
- Eg havi fingið fleiri áhugaverd prát her í Vágsbotni, og so hava tey eisini hjálpt mær við at funnið fram til nøkur nøvn og nakrar adressur, eg annars ongantíð hevði fingið, fortelur Patrick Reilly.
Tað er nevniliga soleiðis, at Patrick Reilly er sera áhugaður í bátasmíðing, og tí hevur hann spurgt fleiri, um nøvn á onkrum bátasmiði her.
Týsdagin hevði hann so fingið avtalu í lag við Terja Jakobsen í Kollafirði, sum hevur tað sum yrki at smíða bátar. Terje Jakobsen leggur stóran dent á, at hansara bátar eru gjørdir eftir gamla sniðinum, og tað er nakað, sum hóvar Patrick Reilly væl.
Umframt at sigla, so skrivar Patrick Reilly eisini onkra grein nú og tá, sum síðani verður útgivin í ymsum bløðum. Nú hann er her ætlar hann sær at skriva eina grein um føroyska bátin, og tí passaði tað ómetaliga væl, at hann nú fekk tikið nakrar myndir, meðan Terje legði seinastu hondina á bátin, sum verður burturlutaður á ólavsøku.
Terje og konan fortaldu Patrick eina rúgvu, og í dag fer Patrick at vitja ein annan, sum kann fortelja honum meiri um føroyska bátin.
- Ja, tað verður neyvan nakar trupulleiki hvat tilfarinum viðvíkur, sigur Patrick Reilly flennandi, og leggur so aftrat, at so er bara at vóna, at onkur tímur at geva greinina út.