Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir teimum, sum hava keypt hesar báðar vørurnar, um at lata vørurnar aftur, har tær eru keyptar ella beina vørurnar burtur.
Catering Danmark afturkallar afturkallar pastasalat, wraps og sandwich. Vandi er fyri at vøran er dálkað við Listeriagevur frá sær høgar nøgdir av dibuthyl ftalat (DBP).
Talan er um vøruna “Pastasalat við kylling og karry”, sum er framleidd 28.05.2020.
Listeria er funnin í vøruni, sum kann gera fólk sjúk við febur og høvuðpínu, og hendingaferð kann tað eisini føra til maga og tarm trupuleikar.
Vitaminir verða eisini afturkallaðar
Lime Pharma ApS afturkallar Vitamin B6 Pyridoxine 100 mg orsaka av ov høgum nøgdum av B6 vitamin. Vøran er seld á internetsíðum.
Talan er um allar hesar vørur óansæð framleiðsludato og LOT-nummar. EAN: 5023652141001. Framleiðari: Natures Aid Ltd.
Vøran lýkur ikki krøvini til matvørutrygd, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
– Vøran hevur ov høgar nøgdir av B6 vitamin, í mun til tilmælda dagliga nøgd / RI, sum er ásett av EFSA og Fødevarestyrelsen.Um ein etur kostískoytið í teimum ásettu nøgdunum, kann tað møguliga vera heilsuskaðiligt.